Stuttligari at eiga sethús

Bæði Føroya Banki og Sparikassin komu í dag á marknaðin við nýggjum fíggingartilboðum. Felags fyri hesi er, at tað framyvir verður bíligari at útvega sær sethúsafígging. Hinvegin eru útlit fyri støðugt hækkandi avgreiðslugjøldum

Fígging

Tað hevur veruliga skapt lív í føroyska fíggjarmarknaðin, at lokalu sparikassarnir seinastu tíðina hava víðkað sín heimamarknað. Eftir at Føroya Banki og Sparikassin í nógv ár - tó eisini saman við Húsalánsgrunninum - hava verið mest sum einsamallir um sethúsafígging í miðstaðarøkinum, er kappingin brádliga harðnað munandi. Og tað kemur nú brúkaranum til góðar.
Samstundis hevur gongdin í nógv ár verið tann, at føroyingar hava verið raskir at niðurgjalda skuld. Øktir sethúsaprísir hava samstundis hækkað frívirðið á sethúsum, og tí er vágin hjá peningastovnunum minkaður heilt munandi.
Og so skal heldur ikki síggjast burtur frá, at hjá nógvum er eftirlønaruppsparingin nú komin á eitt støði, har sethúsaeigarin ikki longur hevur sama tørv á eini skuldarfríari pensionistatilveru. Við øðrum orðum, so er trendurin alt meira, at frælsið at avgera egið nýtslumynstur er økt.

Kundin er vinnarin
Hvør orsøk hevur vigað mest, er sjálvandi ilt at taka dagar ímillum. Men tað tykist púrasta víst, at tað hjá vanligu sethúsaeigarunum nú verður lættari at eiga - og ikki minst at gjalda - egin hús.
Lægri renta, longri afturgjaldstíð og øktir møguleikar fyri gjaldsskáum hava við sær, at sethúsaeigararnir í dag hava eitt munandi størri rásarúm til aðra privat-nýtslu. Tað verið seg nýggjan bil, umbygging av húsum, fleiri uttanlandsferðir. You name it.
Tilboðini, sum teir báðir stóru peningastovnarnir nú eru komnir við, eru ikki eins. Føroya Banki bjóðar nú eina lægri rentu og øktan fleksibilitet á bústaðarlánum. Sparikassin hevur hinvegin sum fyrsti føroyski peningastovnurin nú eisini realkreditt-lán í sínum útboði. Hesi hava aloftast eina nakað lægri rentu enn vanlig bankalán, meðan tey hinvegin ikki eru eins fleksibul.
- Samstundis er tað ein veruleiki, at útreiðslurnar eru tyngstar at bera hjá ungum barnafamiljum, bæði tí lønin ikki er komin í hæddina, og tí at útreiðslurnar eru stórar. Við nýggju realkredittlánunum frá Føroya Sparikassa ber til at útjavna henda skeivleika. Møguleiki er at leingja lánini úr teimum núverandi 20 árunum upp í 30 ár og/ella at hava avdráttarfrí tíðarskeið, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa um nýggja tilboðið, sum tey nú veita.


Gjøldini hækka
Allar medaljur hava tó eisini sína baksíðu. Við eini lægri rentu og betraðum treytum til privat-kundarnar, missa føroysku peningastovnarnir eina av kjarnuinntøkunum, og hetta eru ikki inntøkur, sum peningastovnarnir vilja vera fyriuttan.
- Hjá okkum er avgreiðslugjaldið fyri at leggja um til nýggju lánini 4.000 kr. Men tað duga vit ikki at síggja nakað óvanligt í, heldur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.
- Tú skalt jú minnast til, at skyldar tú eina millión, so hevur tú vunnið hetta gjaldið aftur longu fyrsta árið við lækkaðu rentuni.
- Gongdin í londunum kring okkum hevur jú í fleiri ár verið, at tú rindar fyri ta tænastu, sum tú nýtir. Hjá okkum hevur siðvenjan kanska verið tann øvuta. Nevnliga at tænastan hevur verið mest sum ókeypis, meðan peningastovnarnir ístaðin hava vunnið peningin upp á rentumarginalarnar. Og tað er kanska meira órættvíst, tí tá gjalda nøkur fyri tænasturnar, sum onnur fáa.
Skulu vit so rokna við, at hesi gjøldini fara at økjast meira í framtíðini?
- Tað er nokk eingin ivi um. Vit vilja fegin vera kappingarfør - eisini við útlendskar veitarar - í rentustøði og øðrum. Men vit vilja eisini forvinna pening, og tí kemur tann parturin í alt størri mun yvir á gjøld og provisiónir. Tekur tú Danmark sum dømi, so eru slík gjøld nærum ein triðingur av inntøkunum hjá peningastovnunum, meðan vit her heima bara fáa nøkur fá prosent av okkara inntøkum tann vegin, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.