Stuttlig sms frá fyrsta bríksli

Síggj her nøkur av teimum stuttligastu og bestu sms´unum, sum koma inn til sendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2

Trúføstu lurtararnir hjá "Triðja Hálvleiki" vóru klárir frá fyrsta bríksli, tá sendingin var send á fyrsta sinni í ár farna sunnudag.

 

Nógv beinrakin og stuttlig sms komu inn til sendingina. Vinnarasms´ið úr Havn var soljóðandi: "Haldi Norðskálabóndin hevur kontrakt við "White Tigers" um at gjøda hagan :-)"

 

Onnur beinrakin og stuttlig sms, sum komu inn til sendingina vóru soljóðandi:

 

"Ein heilsan til Askham bussar, tað er ikki loyvt at parkera bussin inniá vøllinum við Løkin, vinarliga Runavíkar Kommuna"

 

"HB er nr 1, Kì er nr 6, Einki nýtt undir sòlini, alt er sum tað eigur at verða ì føroyskum fòtbòlti aftur"

 

"Víkingar stríddust og lupu á, men Jákup vardi Borg"

 

"Verjan hjá 07 vestur er nakað góð, sjálvt Griezmann hjá HB klárar ikki at skora"

 

"NSÍ fekk meir mótstreym enn væntað..."

 

"Askham Bussar: Nú bæði uttanfyri, OG inni á vøllinum."

 

"KÍ ætlar sær í topp, í dag vóru teir eitt flopp. Hava kanska hugt ov nógv eftir Klopp."

 

"Handan løtan, tá man fyrst sigur "Neiiii" tá Jón Krosslá skorar vid Stórá, men so kemur i tankar um at tad er eitt felagslið... :-) TB'ari i DK"

 

"Dómararnir koma at sakna Jákup á Borg inni á vøllinum, plagdi at tosa við dómaran í 4-5 min hvønn hálvleik. Men fínt sluppu tíðliga heim í dag.""Ongar bylgjur at síggja í klaksvík í dag."

 

"Finna tit ongan úr HB, sum dugir føroyskt"

 

"Í Klaksvík situr ein genta og hyggur. Hon var KÍ-ari av rang, men pípan fekk annað ljóð, hon fann sær ein skálamann, sum spælir við Skála í dag. Hon situr og heppar á Skála í appelsingulum turruklæði"

 

"Okkurt er á vási kanska tað er stásið, at Bogi sum heldur við VB segði í samrøðu við Hera, at 2-0 til var til TB"