16. apríl 2020 varð hennara hátign Margreta II drotning 80 ára gomul. Margreta drotning varð fødd á Amalienborg 16. apríl 1940 og foreldrini vóru Fríðrik krúnprinsur og Ingrid Krúnprinsessa.
Vanligt er, at fólk á føðingardegnum hjá drotningini savnast í slotsgarðinum í Amalienborg og veitra til føðingardagsbarnið, men tað ber sjálvsagt ikki til í ár vegna samfelagsstøðuna koronakreppan eisini hevur sett danska samfelagið í. 12. mars avlýsti drotningin øll planløgdu føðingardagstiltøkini, sum vóru sett á skrá av kongahúsinum.
Stuttlig fakta úr lívi drotning Margretu
Eingin skotkvøða
Tað er gomul siðvenja, at skotkvøða á 21 skot verður latin, tá ein kongaligt barn verður føtt. Men tá drotning Margreta varð borðin í heim, var Danmark undir týskari herseting, og tí var ikki ráðiligt at skotini vóru latin. Ístaðin varð flaggað á fullari stong. Dagin eftir stóð at lesa í Kristeligt Dagblad, at skotkvøðan var avlýst vegna serligar umstøður, men ístaðin vórðu fløggini reist um allan býin og á fleiri av havsins skipum.
Íslendskt navn
Drotningin var fyrstu fýra árini av lívitíð síni eisini prinsessa í Íslandi. Hetta sæst aftur í triða av fýra nøvnum hennara: Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid.
Palli Pumm
Ein av yndis barnabókunum hjá drotning Margretu er søgan um Palla Pumm
Føroyavitjanir
Fyrstu ferð drotningin upplivdi Føroyar var í 1959, tá drotningin sum ungur trónuarvingi vitjaði land okkara við foreldrum og systrum sínum. Seinasta Føroyavitjanin var í 2016, tá hon var á vitjan í Suðuroy, Sandoy og í Havn.
Grønlandsvitjanir
Drotningin vitjaði Grønland fyri fyrstu ferð í 1960, tá hon var 20 ára gomul. Seinasta Grønlandsvitjanin var í 2015, tá hon saman við Henrik prinsi vitjaði Norður- og Vesturgrønland við kongaskipinum Dannebrog í tvær vikur.
Møtti Elvis
Í 1960 hitti Elvis tær tríggjar norðurlendsku prinsessurnar Margretu úr Danmark, Astrid úr Noregi og Margretu úr Svøríki, sum vitjaðu USA, tá ein nýggj flogruta lat upp til USA úr Danmark
Havt 17 hundar
Fyrsti hundurin hjá hennara hátign og Henrik prinsi var Souris, sum livdi í níggju ár. Síðani hava tey havt 16 hundar, har teir flestu hava verið gravhundar. Hundurin, sum drotningin hevur nú eitur Tilia.
Tosar fimm mál
Drotning Margreta tosar fimm mál, og hesi eru danskt, enskt, franskt, svenskt og týskt.
Valdi sjálv rómaratalið
Tað var drotningin sjálv, sum valdi at brúka rómaratalið II eftir heitið og navn sítt. Hetta varð gjørt sum ein viðurkenning av Margretu 1., sum ikki formelt var drotning, men sum røktu uppgávuna praktiskt.
Jólakeyp í London
Hvørt ár í desember mánað vitjar drotning Margreta í London, har hon eisini keypir inn til jóla.
Málar páskaregg
Á páskum málar drotningin páskaregg, sum verða sett fram á Marselisborg slotti, har drotning Margreta vanliga hátíðarheldur páskirnar. Í ár varð páskaferðin avlýst vegna koronavirus.
Nýggjársrøður
Gjøgnum árini hevur drotning Margreta hildið 48 nýggjársrøður.
(Kelda: Kongehuset.dk)