Týska felagið Stuttgart hevur givið venjaranum Marcus Babbel fótin, eftir at úrslitið hjá liðnum hava verið vánalig í hesum kappingarárinum. Stuttgart hevur bert vunnið tveir av 15 dystum. Nýggjur venjari í Stuttgart er 55 ára gamli Christian Gross, sum áður hevur vant eitt nú enska felagið Tottenham.