Stutt viðmerking til grein hjá Hans Paula Strøm


 

Sámal Petur í Grund

landsstýrismaður

Í Sosialinum og Dimmalætting hósdagin 16.august hevur Hans Pauli Strøm eina grein við ivirskriftini »Tað rakar ikki tykkum!«.

Í hesi greinini analyserar HPS. nøkur orð sum útvarpið í síni tíðindasending endurgav undirritaða fyri at hava sagt.

Orðini í útvarpinum vóru røtt endurgvin og vóru tey ein samandráttur av samrøðu útvarpsmaðurin hevði við undirritaða.

Í tíðindasendingini bleiv sagt frá hvussu arbeiði við eftirlønarspurninginum fer fram. Tað bleiv ikki nevnt við einum orði, at fakfeløgini ikki komu at vera við í gerðini av tí partinum av eftirlønarspurninginum sum hevur við arbeiðsmarknaðin at gera.

Harafturímóti bleiv sagt, at eitt uppskot bleiv gjørt í Almanna- og heilsumálastýrinum saman við øðrum pørtum sum reint tekniskt eiga at vera inni í myndini, tá eitt tílíkt uppskot verður gjørt.

Tá so uppskotið fyriliggur verða teir partar sum nátúrliga eiga at vera inni í myndini tiknir við í viðgerðina.

Hetta er ein mannagongd sum verður brúkt í flest øllum teimum málum sum stýrið arbeiðir við.

Greinin hjá HPS. byggir á eina analysu av tí sum tíðindamaðurin fekk burturúr samtaluni og ein tílík kann jú leggjast fram positivt ella negativt, alt eftir hvussu ein politiskt ynskir at raka.

HPS. hevur valt at gera hana negativa, tað er hansara valg, og skal undirritaði ikki leggja seg út í rætt hansara til hetta valg.