B36 var stórfavorittur til at vinna dystin ímóti einum B71-liði, sum var illa skert av leikbannum. Munurin millum liðini gjørdist eisini eyðsýndur, longu frá dystarbyrjan. B36 stóð fyri tí mesta, og hevði sigurin fult uppibornan. B71 bøtti um skaðan í seinna hálvleiki við at skora ársins fyrsta mál, men lítið hjálpti hetta í tí samlaðu myndini.
Tvey skjót mál
Tvey skjótt mál fyrstu 11 minuttirnar settu tónan. Jákup á Borg, sum hevur verið skaddur var tøkur aftur hjá John Petersen og Mikkjali Thomassen, og hann gjørdi beinavegin vart við seg. Jákup gjørdist leysur í brotsteiginum hjá B71, verður feldur, men fær beint bólt yvir til tann nýggja viðleikaran, Lukazs Cieslewiecz, sum fær beint bóltin seinasta lítla teinin inn um málstrikuna til eina 1-0 B36-leiðslu. Bert seks minuttir seinni gjørdist skaðin hjá B71 enn størri, tá Heini í Skorini prógvaði, at hann eisini dugir at brúka høvdið á fótbóltsvøllinum. Hegnisliga fær Heini í Skorini stýrt einum innleggi við høvdinum í netið dygst við stongina til 2-0 til B36. B36 sat væl og virðiliga á dystinum, og fimm minuttir undan steðginum øktu teir til 3-0. Hesaferð var tað vinstri bakkurin, Símun Joensen, sum var hægstur, og fekk stýrt bóltin við høvdinum í málið til eina 3-0 leiðslu til B36.
Slakari i seinna hálvleiki
Tíðliga í seinna hálvleiki vístu sandoyingar góðan moral, og høvdu teir tá eina góða periodu. Danski verjuspælarin hjá B36, Jonas Flindt Rasmussen var eisini gestablíður, tá hann av misgáum kom at geva Tijani Muhammed hjá B71 eina fría støðu frammanfyri Meinhardt Joensen í B36-málinum. Tijani Muhammed sat ikki á boðunum, og so stóð 3-1. Stutt eftir vóru aftur boð eftir Meinhardt Joensen, men hesaferð vardi klaksvíkingurin í B36-málinum fyri málroyndini hjá Ebba Kristini Thomsen við einari góðari bjarging. B36 ressaðist tó aftur ímóti dystarenda, og í samstarvi við Lukazs Cieslewiecz eydnaðist Heina í Skorini at skora sítt næsta mál í dystinum, tá eitt stórt korter var eftir av tí vanligu leiktíðini.
Trýstu teir beinavegin
Jákup á Borg greiddi frá á Rás2 aftaná dystin, at uppskriftin var greið: – Uppskriftin var at spæla aggresivt frá byrjan av. Teir skuldu ikki kenna, at teir høvdu nakað sum helst at koma eftir, og eg haldi, at hetta megnaðu vit eisini at gera tíðliga í dystinum, staðfesti Jákup á Borg. Málverjin hjá B71, Símun Rógvi Hansen greiddi frá, at teir royndu at standa væl á vøllinum, og at verja fyri, men at skerda manningin hjá B71 megnaði ikki at standa B36 kurl, tá samanum kom. B71 verður aftur í høvuðsstaðnum skírisdag, tá HB tekur ímóti teimum á ovara vølli í Gundadali. Somikið fjálgari verður tað hjá B71 at sleppa á nýggja vøllin í Traðardali heiman á Sandi 2. páskadag, tá B71 tekur ímóti Víkingi.










