Stutt lýsing av Atlantic Petroleum

Hilmar Simonsen

Atlantic Petroleum er eitt privat oljufelag við ognarpørtum í olju- og gassloyvum í Norðsjónum, í írska havinum og í føroyskum sjógvi. Atlantic Petroelum er skrásett á keypsskálunum OMX í Íslandi og á OMX í Keypmannahavn. Sagt verður, at fremsta málið er at vaksa um virðini hjá partaeigarunum við at taka lut í leiting, útbygging og framleiðslu av olju og gassi í útnyrðingsevropa.
Høvuðsvirksemið hjá felagnum er at leita eftir og framleiða olju og gass. Felagið virkar við dótturfeløgum í ávikavist Onglandi og í Írlandi og við luttøku í samtøkum.

Varðar
1998Felagið varð stovnað
1999Samstarvsavtala gjørd við The Faroes Partnership (Amerada Hess, Dong, British Gas
2000Fekk tillutað føroyska loyvið 001
2001Fekk lut í tveimum leitiloyvum vestanfyri Hetland
2003Keypti ognarpartar í oljuleiðunum Chestnut, Ettrick og Perth í enskum øki
2004Stór kapitalhækking undan skrásetingini á OMX í Íslandi
2005Fekk tillutað føroysku loyvini 013 og 014
2005Skrásett á keypsskálanum OMX í Íslandi
2005Fekk lut í oljuleiðini West Lennox í enskum øki
2005Útbyggingarætlanin fyri Chestnutleiðina góðkend
2005Fekk lut í føroyska leitiloyvið 006
2006Atlantic Petroleum á ICEX 15 listan
2006FPSO (Floating Production, Storage and Offloading) leigaður til Chestnutleiðina í eitt hálvtriðja ára tíðarskeið
2006Útbyggingarætlanin fyri Ettrickleiðina góðkend
2006FPSO leigaður til Ettrickleiðina í eitt fimm ára tíðarskeið
2006Dupultskráseting á OMX í Keypmannahavn
2006Útlendskir stovnsligir íleggjarar seta pening í Atlantic Petroleum
2006Brunnur boraður í leitingarmiðinum Brugduni
2007Virksemið víðkað inn í írskt øki, og felagið fingið lut í fundum og leitingarloyvum í Írlandi

Nevnd
Kjartan Hoydal (formaður)
Poul R. Mohr
Mortan H. Johannesen
Petur Even Djurhuus
Óli A. M. Hammer

Leiðsla
Wilhelm E. Petersen, stjóri
Teitur Samuelsen, fíggjarleiðari

Yvirlit yvir ognarpartar í loyvum

LandLeiðAtstøðufelagOgnarpartur
St. BretlandChestnutVenture Production Plc.15 %
-EttrickNexen8,27 %
-PerthNexen3,75 %
-West LennoxChallenger Minerals25 %
-CrosbyChallenger Minerals20 %

ÍrlandHelvickProvidence Resources10 %
-ArdmoreProvidence Resources10 %
-DunmoreProvidence Resources10 %
-Hook HeadProvidence Resources10 %

FøroyarStella KristinaGeysir Petroleum40 %
-MarseliusGeysir Petroleum40 %
-BrugdanStatoil0,025 %

(Kelda: Atlantic Petroleum ársfrágreiðing fyri 2006)