Eg las greinina hjá Sonna Smith í síðstu viku og hoyrdi hann í útvarpinum í morgun (mánamorgun) og helt, at eg mátti stuðla hesum sjónarmiðið, og tískil leggja hetta afturat.
Trupuleikin, ella vandin, hjá føroyska málinum er ikki fremmand orð, men fremmandar máliskur og setningsbygnaður. Bókstavirnir z, x, c, w, og q eru partur av føroyskari søgu og nýtslu. Tað einasta nýggja og fremmanda við hesum bókstavum, er pástandurin um, at teir eru fremmandir og ikki eiga pláss í føroyska málinum.
Eitt stuttligt, við at lesa enskar bókmentir er, at málið er so ríkt og spennandi. Tað minnir mest um eina listaframsýning, við mongu og litføgru lýsingunum og frásøgnunum. Eitt orðaríkt mál kann bert vera gagnligt í skapanini av eini frásøgn, eina spennandi og vakra orðamynd í alskyns litum og formum.
Donsk ávirkan, “på godt og ondt”
Tað er einki galið í at hava donsk orð í føroyskum. Hesi orð hava hóast alt antin germanskar, latínskar ella norrønar røtur. Nøkur orð skurra tó meira í oyrunum enn onnur, men tað haldi eg fólk av sær sjálvum mugu lúka burtur eftir egnari sannføring; og sjálvandi eiga okkara fjølmiðlar at vera meira kritiskir hesum viðvíkjandi.
Tá ein hevur nógv børn, so hoyrir ein hvussu børn í øllum aldrum tosa; míni fimm eru frá 3 til 16 ár. Eg hoyri orðingar sum: “eg geri líka eina kanni vatn”, í staðin fyri (í.s.f.) “eg fylli/koyri vatn í kannina”; “kann eg fáa eitt glas vatn?”, í.s.f. “kann eg fáa eitt glas við/av vatni”; “hvar er ketjuppin?”, í.s.f. “hvar er ketjuppið?”; “eg kann ikki gera fyri tí”, í.s.f. “eg kann ikki gera við tað”; “tað ger ilt í fótinum”, í.s.f. “eg havi ilt í fótinum” – bert fyri at nevna nøkur dømi. Við hetta lag, altso omanfyristandandi orðingum, so verður føroyskt bert eitt serstakt mál vegna úttalu, fonetikk. Eitt sindur sum ein ódefinerlig norrøn dialekt.
Málsligi førleikin kemur í barnaárum og verður mentur í ungdómsárum. Teknifilmar og aðrir barnafilmar hava fingið danska talu. Filmar í biografinum og í sjónvarpinum (televarpinum) hava danskan tekst. Undirhaldssendingar, sum ungdóminum dámar sera væl, eru á donskum t.d.: “Vild med dans” og “X-Factor”. Eisini er alt ov nógvur danskur tónleikur spældur í útvarpinum. Hevur hesin danski tónleikur vunnið altjóða frama, so er tað sjálvsagt nakað annað, men tað er undantakið.
Mær rennur í hug...
Eg var á stevnu í Hvalvík í summar. Meðan eg gangi har í havnalagnum byrjar tónleikurin, hart og týðiliga. Tað er Rasmus Seebach – ikki bara eitt lag, men øll fløðan hjá honum. Eg hugsaði við mær sjálvum: eg havi róð í 5 ár og verið á stevnum í eini 25 ár, og altíð hevur verið føroyskur tónleikur at hoyrt burturav. Eg ætlaði at fara avstað aftur eftir eitt korter, men eg var komin at síggja og heppa á dóttur mína, sum róði við Heyki úr Hósvík. Eg meini bara so við...hetta er ein føroysk stevna við okkara tjóðarítrótti. Tað eru altso nøkur ting ein ikki ger. At spæla Rasmus Seebach á eini føroyskari stevnu er ein av teimum tingunum, ein heilt einfalt ikki ger. Hansara tónleikur hevur heldur einki upp á seg, so hví taka vit hann til okkum – høvdu vit gjørt tað, um hann var normaður ella svenskari?