Tað hevur ikki eydnast Jóan Símuni Edmundsson at finna eitt nýtt felag. Jóan Símun hevur ikki megnað at vunnið sær pláss á besta liðnum, men í Viking trúgva teir framvegis upp á toftamannin, men heta at hann skal menna seg nakað áðrenn hann er klárur til 1.liðsfótbólt.
Tí hevur Jóan Símun fingið loyvi at finna sær eitt felag fyri restina av kappingarárinum. Hetta er eftir ynski frá føroyska landsliðsframherjanum, men ta hevur ikki eydnast at funnið eitt nýtt felag enn. Tað ljóðar, at tað hevur verið áhugi úr næstbestu deildini í Noreg og úr Danmark. Flytingarvindeygað í Danmark letur aftur í dag.
Jóan Símun er við føroyska landsliðnum, sum skal spæla móti Týsklandi í Hannover 7. septembur.
Finnur og Jønkøping spæla í kvøld
Finnur Justinussen fekk debut á landsliðnum í Ísland, men hann er ikki við hesaferð. Meðan hinir landsliðsleikararnir samlast í Føroyum undan ferðini til Týskland, so skulu Finnur Justinussen og Jønkøping Sødra spæla í næstbestu deildini í Svøríki.
Mótstøðan er Varbergs BoIS FC, sum liggur á tíggjunda plássi í Superettan. Jønkøping Sødra hevur somuleiðis 25 stig á níggjunda plássi, men hevur eina betri málúrtøku.
Ongin René í Brøndby javnleiki
René Shaki Joensen var ikki í hópinum, tá Brøndby um vikuskiftið spældi málleysan javnleik móti FC Nordsjælland. Brøndby hevur styrkt seg við verjuleikarunum Martin Albrechtsen. Hetta hevur helst skumpað René Shaki Joensen út um hópin fyri fyrst. Eisini er Jan Kristiansen fluttur aftur í verjuna.
Flytingarvindeygað í Danmark letur aftur í dag og Ekstrablaðið veit at siga, at serliga Brøndby og OB leita eftir styrki.
Gunnar ongan skund
Flytingarvindeygað í Bretlandi lat aftur fríggjakvøldið klokkan 23.00, men hóast Gunnar Nielsen ikki hevur funnið sær eitt nýtt felag, so hevur tað ongan skund. Sáttmálin hjá Gunnari gongur út aftaná septembur og tí er hann tað, sum verður rópt “free agent”. Tá er møguleiki fyri at skriva sáttmála við feløg sjálvt um flytingarvindeygað er latið aftur.
Adrian Cieslewicz skoraði í sigri
Wrexham vann um vikuskiftið 2-0 á Newport Co AFC í fimtbestu deildini í Onglandi. Adrian Cieslewicz legði Wrexham á odda aftaná 22 minuttir. Adrian bleiv skiftur út eitt korter fyri tíð. Stutt seinni kom 2-0 málið, sum avgjørdi dystin.
Wrexham hevur 11 stig eftir seks umfør og liggur á sjeynda plássi. Tað eru fýra stig upp til fyrsta plássið. Wrexham flutti í fjør niður úr League Two.
Bogi Løkin ikki við til Týskland
Bogi Løkin er aftur blivin skaddur í knænum og verður helst úti restina av kappingarárinum. Hetta er ein dyggur smeitur fyri ÍF, sum stríðist um FM heitið. Hetta merkir somuleiðis, at Bogi Løkin ikki verður við føroyska landsliðshópinum, sum skal til Hannover at spæla móti Týsklandi.
Bogi Løkin hevur havt drúgvan skaða í knænum, men er rættuliga komin fyri seg. Hann hevur verið ein lyklaleikari hjá ÍF, men nú verður hann allarhelst ikki tøkur restina av kappingarárinum.