Stúrir fyri undisrjóvartunlinum til Suðuroyar

Landssstýrið arbeiðir ov seint, heldur Tingkvinna

Tað er vandi fyri, at tíðarætlanin í sambandi við Suðuroyartunnilin, ikki fer at halda. Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Politikarar í Landsstýrinum hava fleiri ført fram, at tað skal verða koyrandi ígjøgnum undirsjóvartunnilin til Suðuroyar í 2030. Men Sirið Stenberg heldur nevniliga, at Landsstýrið arbeiðir so seint við málinum, at hon stúrir fyri, at hendan tíðarætlanin, fer ikki at halda.

 

Nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, víst á, at longu í november í 2019, boðaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og fíggjarmálum, frá, at hann ætlaði at kalla allar flokkar á tingi saman at viðgera Suðuroyartunnilin, tí endamálið er at fáa eina politiska semju um arbeiðið, eisini um fíggingina, linjuføringina, og onnur viðurskifti.

 

Ein spurningur, sum støða skal takast til Í hesum sambandi, er, um tunnilin skal upp í Skúgvoy, ella um tað verður eitt pláss gjørt undir Skúgvoynni við eini lift upp á oynna.

 

Jørgen Niclasen segði ikki nær hann fer at kalla flokkarnar saman, men hann segði, at tað var neyðugt at koma longri á leið við forkanningunum, tí fyrrenn tað, var so lítið, ítøkiligt at viðgera. Og nú í sambandi við ólavsøkurøðuna, er upplýst, at tær jarðfrøðiligu kanningarnar verða lidnar næsta ár.

 

Men nú reisir Sirið Stenberg aftur málið á Løgtingið og í hesum sambandi spyr hon Jørgen Niclasen nær hann ætlar at kalla inn til fundar um politiskar semju um Suðuroyartunnilin

 

Hon vil eisini hava at vita, hvussu tað gongur við forkanningunum til Suðuroyartunnilin, og nær tær verða lidnar. Somuleiðis vil løgtingskvinnan hava at vita, nær tað verður klárt at fara undir arbeiðið upp á sjálvan tunnilin og um ætlanin um, at tað skal vera koyrandi ígjøgnum hann í 2030, fer at halda.

 

Sjálv stúrir Sirið Stenberg fyri, at tunnilin verður seinkaður, tí landsstýrið hevur boðað frá, at tað verður í 2025, at peningur fer at verða settur av til tunnilin í 2025.

 

– Tað er eisini upplýst, at tað tekur ímillum sjey til níggju ár at gera Suðuroyartunnilin – og tað er aftaná, at allar fyrireikingar, forkanningar, og projekteringar, eru gjørdar.