Í samband við covid-19 smittu ávarar grønlendska sjálvstýrið nú um ølstovurnar, Nanuaraq, Nanoq og Tulugaq í Aasiaat.
- Vit heita á fólk, sum vóru her fríggjakvøldið og leygarnáttina, 23.-24. juli, um at lata seg kanna.
Grønlendska sjálvstýrið sigur í tíðindaskrivi, at arbeiðið við smittusporing heldur fram.
- Hetta arbeiðið hevur higartil víst, at eitt av fólkunum í Aasiaat, sum hevur fingið staðfest koronu-smittu, var í býnum hin 23.-24. juli.
Tískil heitir sjálvstýrið á øll, sum vóru á ølstovunum, Nanuaraq, Nanoq og Tulugaq í Aasiaat í nevnda tíðarskeiði, um beinanvegin at lata seg kanna fyri covid-19.
- Vandi er fyri, at onkur kann vera smittaður á ølstovunum, verður lagt aftrat.
Tað var í gjár, at tað kom fram, at sjey nýggir smittutilburðir eru staðfestir í grønlendska býnum, Aasiaat, harav fimm fólk vóru úr sama húski.
Sambært gønlendska landslæknaembætinum eru í løtuni 40 fólk kring um í Grønlandi sjúk við covid-19.











