Tað er enn óvist, hvat orsøkin var til, at eitt russiskt flogfar datt niður í Sinai hálvoynna leygardagin. Nógvar gitingar hava verið um hvat orsøkin mundi vera, men frá almennari síðu hevur verið trupult at fingið nakrar upplýsingar. At talan var um eitt yvirgangsálop hava myndugleikarnir tó fleiri ferðirnar afturvíst.
Men í kvøld skriva bretski miðlar, at bretska stjórnin ikki longur vil útiloka, at flogfarið datt niður aftaná eina spreinging umborð á flogfarinum. Tað skrivar Sky News.
Av tí sama, hevur stjórnin í dag avgjørt at útseta øll flogfør, ið eftir ætlan skuldi flúgva úr Sharm el-Sheikh til Bretlands í kvøld, inntil myndugleikarnir vita meira um støðuna, og hava kannað trygdarviðurskiftini á flogvøllinum.
Sky News endurgevur eina talskvinna fyri Downing Street 10, ið sigur at nýggir upplýsingar benda á, at talan kann hava verið um eina spreinging umborð.
- Kanningararbeiðið er enn í gongd, so vit kunnu ikki siga hví flogfarið datt niður. Men aftaná at hava fingið nýggjar upplýsingar til vega, stúra vit fyri, at spreingievni kann vera orsøkin til, at flogfarið datt niður.
- Við hesum nýggju upplýsingunum, og vegna trygdarávum, hava vit avgjørt at avlýsa øll flogfør úr Sharm til Bretlands í kvøld.
Flogfarið var í rutu frá Sharm el-Sheik til St Petersburg, tá tað datt niður. Øll 224 fólkini umborð á flogfarinum doyðu í vanlukkuni.