Stungu danskan bónda

Danin Wolle Kirk, sum er bóndi í Zimbabwe

Danin Wolle Kirk, sum er bóndi í Zimbabwe, liggur á einum sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Harare, eftir at nakrir ránsmenn lupu á hann og stungu hann fleiri ferðir við knívi.
Sambært donskum sjónvarpi komu ránsmenninir til garðin hjá Wolle Kirk, har teir hóttu hann og konuna, fingu teir ikki teir virðislutir, sum tey áttu. Tá tey sýttu fyri at lata teimum virðislutirnar, vórðu tey bæði bakbundin, og síðani lupu ránsmenninir á Wolle Kirk og stungu hann 17 ferðir við knívi.
Wolle Kirk hevur fleiri ferðir sagt, at hann ætlar sær at verða verandi í Zimbabwe, og at hann ætlar sær at verja sín bóndagarð har.