Stungin til deyðis fyri eina iPhone

Ein 36 ára gamal maður varð í leygardagin stungin til deyðis, tá hann royndi at fáa iPhone sína, sum varð stolin, aftur. Hann varð stungin við einum skrúvublaðið í høvdið. iPhone er uttan iva heimsins mest framkomna og kanska eisini besta fartelefon. Men harfrá og so at drepa eitt annað menniskja fyri eina er langur vegur. Og tó.

Tað var júst tað, sum hendi 36 ára gamla Keith Soons í Cheltenham í Gloustershire í Onglandi. Sjálvur er hann frá Glouster, men onkur hevði stolið fartelefonina og hann hevði tí boðað vinum og keningum frá, at hann fegin vildi frætta, um nakar visti nakað um stolnu fartelefonina at siga.

Løgreglan eftirlýsir nú fartelefonina, sum er ein iPhone 4, og vil fegin vita, um nakar í økinum hevur fingið eina bíliga iPhone 4 bodna til keyps.

Ein iPhone 4 kostar út móti 10.000 krónum í Føroyum, men er munandi bíligari í Onglandi. Kortini hevur onkur mett, at hon var virðismikil nokk at drepa fyri, skrivar The Sun í dag.