Stuldur av bili og traktori

Leygardagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um bæði ein bil og ein traktor, ið vóru stolnir í høvuðsstaðnum.

Løgreglan fekk fyrst boð um ein bil, ið var stolin í Eysturbýnum í Havn leygardagin. Stutt eftir at fráboðanin var komin, var bilurin funnin aftur nærheindis staðnum, har hann varð tikin.
Tá ið bilurin bleiv funnin aftur, kundi eigarin staðfesta, at hann hevði fingið nakað av skaða.
Eitt sindur seinni leygardagin bleiv boðað frá, at ein traktorur var stolin við Velbastaðvegin. Leitað var eftir traktorinum, og hann bleiv funnin aftur í vesturbýnum. Traktorurin hevði fingið stóran skaða, tá ið hann kom aftur í aftur.