- Nú hava politikararnir tosa nóg nógv, og onki er komið burturúr. Tí taka vit málið í egnar hendur og stilla upp, sigur ein avgjørdur samfelagsnæmingur úr 3.g. Rani á Borg Eyðunsson.
Ein flokkur, sum hevur samfelagsfak á hástigi í Hoydølum, hevur tikið stig til at seta á stovn nýggjan politiskan flokk, sum helst kemur at eita Miðnámsflokkurin. Endamálið við flokkinum er at bøta um viðurskiftini hjá lesandi í Føroyum, eitt nú í mun studning og hølisviðurskifti.
Tá Sosialurin hittir nøkur av umboðunum fyri nýggja flokkin í forhøllini í studentaskúlanum í Hoydølum, verður eitt sindur skemtandi tikið til, at vit annaðhvørt kunnu seta okkum inn í vaskirúmið ella út á vesið at práta. Men vit enda kortini inni hjá lestrarvegleiðarunum, har vit eru um at detta um eitt løgið bump mitt á gólvinum.
Varpa ljós á umstøðurnar
Tey seks ungu eru bæði hugagóð og tíðindafróð at práta við, og vísa til talsmann teirra, Berg Johannesen.
- Vit ætla at varpa ljós á umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum. Harímillum vilja vit hava eina loysn á málinum um studentaskúlan í Hoydølum, sigur Bergur Johannesen, sum í og fyri seg ikki hevur nakra avgjørda meining um, hvørs skúlin skal byggjast av nýggjum í Hoydølum, aðrastaðni í býnum ella vera partur av skúladeplinum í Marknagili.
Higartil hava næmingarnir í flokkinum savnað einar 500 undirskriftir av teimum 800 sum skulu til, fyri at stilla upp. Og øll formlig krøv eru komin í rættlag við myndugleikarnar. Næmingarnir, sum ganga í øðrum av teimum báðum samfelagsflokkunum á hástigi í Hoydølum, hava gjørt av at stilla eitt valevni upp í fyrsta umfari, Berg Johannesen.
- Men vit vóna at næmingar úr øðrum flokkum og skúlum koma upp á listan eisini, um tey hava hug til tað, siga tey.
Valstríð á netinum
Bakgrundin fyri at stilla upp til løgtingsvalið er at finna í einari verkætlanaruppgávu, sum flokkurin fekk frá læraranum Sámal Matras Kristiansen, um at gera ein politiskan flokk. Burtursæð frá at vegleiða næmingunum, hevur hann onki við sjálvt valprogrammið ella valstríðið at gera.
Spurd, hvussu tey ætla at reka valstríð, greiða tey frá, at flokkurin fær eina heimasíðu, og verður at eisini at finna á My Space, www.myspace.com/listiL.
- Vit tosa sama mál og kenna ynskini hjá málbólkinum, og tí verður tað eisini nógv munn til munn metodan sum verður brúkt, sigur Rani á Borg Eyðunnson.
Eisini ætla tey at skipa fyri onkrum valfundi, umframt eitt sindur av ókeypis reklamu her í fyrstanni frá miðlunum, sum tosa við tey.
Nýggi flokkurin fær stavin L, eftir at síðsti flokkurin, sum var uppstillaður var K, Hin Stuttligi Flokkurin.
- Verið eg valdur, fari eg helst í farloyvi úr skúlanum, ella eg geri meg lidnan sum sjálvlesandi, sigur Bergur Johannesen, sum verður 19 ár, tá valgið verður í januar.