Hósdagin var OD-dagur á Studentaskúlanum í Hoydølum, har meginparturin av studentaskúlanæmingunum fóru út at arbeiða fyri at hjálpa og stuðla guaraní-indiánarunum í Bolivia. Hvørt ár fara miðnámsskúlanæmingar kring Danmark út at arbeiða fyri at geva ein dag av teirra útbúgving, fyri at onkur annar í einum øðrum landi fær møguleika fyri eisini at nema sær eina útbúgving.
Guaraní-indiánarirnir eru ein undirtryktur bólkur av fólki í Bolivia, sum livir undir sera ringum korum. Aloftast hava indiánarirnir í fleiri ættarlið búð og arbeitt á haciendaunum. Í nútímans máli vildi man nevnt indíanararnar ?skuldartrælir?. Hetta vil siga, at teir hava arvað skuld frá foreldrum teirra, sum teir ikki sleppa burtur úr, fyrr enn teir hava arbeitt fyri hesa í mong ár. Øll inntøkan fyri arbeiði teirra fer til at gjalda skuldina aftur til haciendaeigararnar og teir fáa tí onga løn útgoldna.
OD ætlar at vera við til at broyta livikorini hjá guaraní-indiánarunum. Við at byggja skúlar og útbúgva lærarar, vil OD royna at geva teimum ein møguleika fyri at nema sær útbúgving og harvið fáa eina aðra framtíð við frælsi til at kunna gera egnar framtíðarætlanir.
- Vanliga er ikki ringt at finna arbeiðspláss, tí fyritøkurnar kring Føroyar eru aloftast glað um at kunna stuðla okkum, sigur eitt umboð fyri OD. Arbeiðið á OD-degnum kann vera alt millum himmal og jørð. Tað eru mong, ið velja at rudda ella lúka fyri mammu ella ommu teirra, men tað eru eisini fleiri, ið fara út at hjálpa størri fyritøkum eins og Føroya Tele og Hjálpirót. Seinasta ár savnaði OD-bólkurin í Hoydølum umleið 127.000 kr. inn og nú verður áhugavert at vita, hvussu stór peningaupphæddin verður í ár.