FUNDUR
Gott og væl hálvt hundrað fólk vóru møtt til stovnandi fundin av stuðulsfelag fyri foreldur hjá børnum, sum hava lesitrupulleikar. Ikki bert foreldur, men eisini fólk, sum onkusvegna varða av hesum børnum. So sum lærarar, pedagogar, fólk av Sernámsdeplinum og onnur.
- Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, sigur Anne-Karin Kjeld, stigtakari fyri fundin.
Orsøkin til, at eitt stuðulsfelag verður sett á stovn er, at foreldur at børnum, ið hava trupult við at læra at lesa, ikki fáa hjálp nakrastaðni til síni børn.
- Eingin veit, hvussu hesi børnini kunnu verða hjálpt. Skúlamyndugleikar og aðrir myndugleikar duga ikki at meta um trupulleikan, og foreldrini verða ikki tikin fyri fult, tá ið tey vísa á trupulleikan. Hesi børnini verða sópað undir teppið, eisini av lærarum, sum í ov langa tíð halda, at alt fer at laga seg. Skulu hesi børnini fáa munadygga hjálp, skal skjót og góð hjálp setast inn. Men vit síggja, at tímatalið verður skert, at eykatímarnir til børn við serligum tørvi gerast færri og tað ger støðuna bara nógv verri, sigur Anne-Karin Kjeld.
Endamálið við stuðulsfelagnum er fyrst og fremst at savna foreldur at børnum við lesitrupulleikum. Eftir summarfrítíðina fer ein nevnd til verka, og ætlanin er, at arbeiða fram ímóti at ávirka myndugleikarnar soleiðis, at eitthvørt verður gjørt fyri børn, ið hava lesitrupulleikar.