Tað verður neyðugt, at politisku flokkarnar á Føroya Løgtingi frá hægri stuðul á fíggjarlógini.
Tað eru teir báðir oddamenninir í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, sum akkurát er valdur í starvsstjórnina í flokkinum, og Høgni Hoydal, floksformaður, samdir um.
Báðir vísa á, at seinastu árini er stuðulin til politiska upplýsing nógv fallin, úr 3,7 milliónum í 1998, niður í 2,4 milliónir nú.
Samstundis eru prísirnir uppfarnir, so tilsamans er stuðulin lækkaðir næstan niður í helvt í virði.
- At skerja stuðulin til politiska upplýsing hevur bara eitt einasta endamál og tað er at halda fólkaræðinum niðri, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann sigur, at politisku flokkarnir eru nú so niðurpíndir fíggjarliga, at tað er ein vansi fyri fólkaræðið.
Hann er sannførdur um, at sum gongdin er nú, verður ikki leingi til vit eru í tí veruleika, at tað verður ikki fólki, sum velur Føroya Løgting, men tær peningasterku fyritøkurnar.
- Prinsippið í fólkaræðinum er, at ein, sum onga skúlagongd hevur, skal eisini kunna virka sum tinglimur og tískil skal ráðgevingin vera so sterk, at tað eisini skal bera til hjá tí illa skúlaða tingliminum at fáa sínar hugsanir og tankar formaðar niður í lógaruppskot og fyrispurningar í Løgtinginum.
- Annars steindoyr samfelagið, tí so verður endin, at tað verða bara nakir fáir kapitalistar, sum stýra landinum.
Mugu tora
Høgni Hoydal vísir á, at hetta er ein eymur spurningur, sum Tjóðveldi má tora at taka upp.
- Vit hava roynt at taka málið upp, tí hetta er ein alvorligur fólkaræðisligur trupulleiki, men ongin torir, leggur hann afturat.
- Tað er ein sannroynd at uppundir hesi seinastu valini eru tað ávísar fyritøkur, ella samtøk av peningasterkum fyritøkum og einstaklingum, sum hava fíggjað valstríðið hjá summum politikarum.
Men tað merkir so eisini, at viðkomandi politikarar eru heftir at hesum fyritøkum og einstaklingum.
- Hetta er eitt mál, sum má takast upp, tí vit eru á veg í eina støðu, har fólkaræðið verður keypt upp og verður stýrt av øðrum áhugamálum, enn hugsjónum og politiskum meiningum.
Hinvegin staðfestir hann, at tað má ikki koma upp á tal, at Tjóðveldi fer at taka ímóti fíggjarligum stuðuli frá fyritøkum.
Høgni Hoydal sigur eisini, at Tjóðveldi fer at virka fyri, at allir politikarar og allir skulu upplýsa alment, hvaðani teir fáa fíggjarligan stuðul frá.
- Hetta er ein skipan, tey hava í flestu øðrum londum og tað mugu vit eisini fáa í Føroyum, tí annars kunnu vit skjótt koma í eina støðu, har fólkaræðið verður keypt av peningasterkum fyritøkum og at politikkurin sostatt fer at verða stýrdur av teirra áhugamálum og ikki at politiskum hugsjónum, sigur Høgni Hoydal.