Atletion, Århus: Merkið veittraði dúgliga í Atletion leygarkvøldið. Bæði til aðalroyndina og til sjálva beinleiðis sendingina sóust fitt av føroyskum fløggum. Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa sína familju við til eitt tílíkt tiltak. Tey fleiri enn fýratúsund atgongumerkini vórðu seld, áðrenn tey høvdu verið lýst til sølu í ein tíma. Sostatt var tað ringt hjá familjuni at sleppa sita saman til sjálvt Grand Prixið, men til aðalroyndina var ein stórur partur av einum blokki fullur av føroyingur. Og fløggini veitraðu óført. Aðalroyndin í sær sjálvum var eitt sindur langdrigin, men tað var tað vert fyri føroysku áskoðararnar - fyri teir fýra minuttirnar, ið Petsi átti av aðalroyndini.
Í fleiri bólkum
Hóast tað varð dúgliga býtt út við donskum fløggum, so sóust føroysku fløggini eisini rímiliga væl til sjálvt Grand Prixið leygarkvøldið. Fólk møttu í góðari tíð, og lagið var framúr gott longu væl áðrenn, at tann fyrsti sangurin varð sungin.
Kring um í Altetion vóru veitraði pappírsútgávur av Merkinum. Til endamálið vóru nøkur vinfólk hjá Tvørfoss familjuni umvend til føroyingar. Tey vóru væl útgjørd við føroyskum fløggum og skeltum. Skeltini vóru skrivaði við bæði føroyskum og donskum orðum.
Onkur føroyingur uttan fyri Tvørfoss bólkin var eisini í Atletion leygarkvøldið. Tey gjørdu øll sítt fyri at stuðla Petsi.
Danskir fjølmiðlar løgdu eisini til merkis, at onnur fløgg enn tey donsku vóru í Atletion. Og Petsi sjálv legði so avgjørt eisini til merkis, at fólk vóru komin at stuðla henni.










