Tær fýra donsku havnirnar, Skagen, Thyborøn, Læsø og Strandby hava fingið stuðul til seks verkætlanir tilsamans.
Endamálið við stuðlinum er at gera hesar havnir betri førar fyri at uppfylla ynskini hjá fiskivinnuni. Eitt nú skulu viðurskiftini gerast tryggari, samstundis sum landingarviðurskiftini skulu betrast.
Roynt verður við verkætlanunum at fáa fleiri landingar til havnirnar.
Verkætlaninar byggja eitt nú á at dýpa havnirnar, veksa um atløgusíðuna og styrkja pierarnar. Eisini skal tænastan, sum havnirnar veita, betrast.