Býarstýrini í teimum trimum høvuðsstaðunum seta hvørt ár pening í grunnin, sum hevur til endamál at veita fíggjarligan stuðul til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra.
Borgarar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, kunnu tí nú senda Tórshavnar kommunu umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið, nær tað verður og um mettan kostnað.