Aftur í ár ber til hjá felagsskapum, ið virka fyri at hjálpa vaksnum insestoffrum, at søkja Almannamálaráðið um stuðul. Freistin at søkja er 1. februar 2013.
Tað boðar Almannamálaráðið frá.
Stuðulin verður latin eftir umsókn, sum skal skrivast á serligt oyðublað, sum er til taks á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum. Oyðublaðið fæst eisini við at venda sær til ráðið.
Umsóknirnar verða síðani viðgjørdar og játtan verður latin í seinasta lagi 1. mars í 2013.
Í fjør fekk felagsskapurin KRIS tær 400.000 krónurnar, sum vóru settar av á fíggjarlógini til endamálið.