Tíðindaskriv. 23. juni 2020
Nigeria er, við meira enn 200.000.000 íbúgvum, fólkaríkasta og búskaparliga størsta landið í Afrika. Hóast tað, liva nógv í ekstremum fátækradømi, og meira enn 10 milliónir børn í Nigeria sleppa ikki í skúla. Tað er tað hægsta í øllum heiminum. Øll børn í Nigeria hava rætt fría til skúlagongd, men av tí, at skúlabúni er kravdur, og foreldrini mugu gjalda bæði skúlaklæðir, bøkur og skúlatilfar sjálvi, so hava nógv ikki ráð at senda børnini í skúla.
Sambært International Commission on Financing Global Education Opportunity er útbúgvingarskipanin í Nigeria í álvarsligum trupulleikum. Eitt nú fullføra bara helvtin av nigerisku børnunum grundskúlan ella náa minsta markinum fyri læring á altjóða støði. Útbúgvingarætlanin hjá Nigeria fyri 2018 – 2020 avdúkar, at nigeriska skúlaverkið, umframt vantandi játtan, eisini hevur vánaligar undirvísarar, forfallnar og ónøktandi skúlastovur, mangul upp á lærubøkur og veikt eftirlit.
Føroyska Barnahjálpin kann gera mun í Nigeria og hevur tí gjørt av at byrja at stuðla børnum har, so tey kunnu sleppa í skúla og gerast før fyri at lyfta seg upp úr fátækradøminum.
Corona stuðul
Í apríl mánaða lýsti Barnahjálpin á Facebook eftir stuðli til Liberia og India, har Corona rakti hart fíggjarliga. Fólk sluppu, eins og her, ikki til arbeiðis. Har fáa tey onga løn, tá tey ikki arbeiða, og einki trygdarnet er at lofta teimum. Nógv av foreldrunum hjá børnunum, sum Føroyska Barnahjálpin stuðlar, liva av at selja á marknaðum. Tað bar ikki til at forvinna nakað, tá myndugleikarnir bóðu fólk um at halda seg heima.
Eisini í India merktu tey avleiðingarnar av Corona. Foreldrini hjá børnunum har liva av at samla burturkast og eru millum tey allar fátækastu í heiminum.
Fólk tóku væl undir við at stuðla og inn komu góðar 33.000 kr. til Liberia og 10.000 kr. til India.
Í Liberia hava einar 300 familjur fingið coronastuðul frá Barnahjálpini. Okkara fólk í Liberia hava keypt familjunum sekkir við rísi, og eisini fingu tey spannir við krana fyri at tryggja handreinføri.
Í India hava 50 familjur fingið hjálp við mati og enn fleiri fara at fáa hjálp, tá allur pengingurin er komin fram. Bankarnir hava verið stongdir, so tað hevur verið trupult at fingið hendur á pengunum.