Strongd kostar føroyska samfelagnum 20 milliónir um árið

Strongd á arbeiðplássum er dýrur postur fyri føroyska samfelagið. Tað heldur Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Løgtingskvinna.

Og nú vil hon hava, at almenni starvsfólkapolitikkurin eisini skal umfata manngagongdir fyri, hvussu farið verður fram, tá ið starvsfólk eru strongd.

Hon staðfestir, at í londunum rundan um okkum botnar triði hvør sjúkradagur í strongd.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, staðfestir, at almenni starvsfólkapolitikkurin nevnir ikki strongd við einum orði. Men hann heldur, at tað hevði verið rætt at tikið hendan partin við eisini, tí tað er ein veksandi trupulleiki.

Tí fer hann nú at heita á lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um at arbeiða víðari við hesum málinum.

Bergtóra Høgnadóttir Joensen sigur, at hvørt ár verða einar 60 milliónir útgoldnar í sjúkradagpeningi.

Siga vit, at støðan er tann sama í Føroyum, sum í londunum rundan um okkum, kostar strongd sostatt 20 milliónir í sjúkradagpeningi.

Men harafturat kemur so tann missurin, sum er upp undir hvørja sjúkramelding, tí tað er væntandi, at áðrenn tað kemur hartil, at eitt starvsfólk verður sjúkrameldað, hevur tað ikki orkað at arbeitt við fullari megi í eina tíð, so veruligi missurin er upp aftur størri.

- Sjúka vegna strongd hevur álvarsligar avleiðingar fyri tey sjúku, men eisini fyri tey avvarðandi, fyri arbeiðsplássið og fyri samfelagið, bæði persónliga, fakliga og fíggjarliga, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.

Hon leggur afturat, at nakrir granskarar halda, at strongd er næstvanligasta orsøkin til at fólk eru sjúk ? næst aftaná pínu í rygginum.