Størsta talentið í føroyskum tónleiki hevur sagt stopp.
Í farnu viku fekk Eivør Pálsdóttir boð um at gevast við øllum framførslum hjá sær í stundini, og hesi boð tók sangfuglurin í størsta álvara. Hon avlýsti allar konsertir hjá sær - millum annað tríggjar konsertir við Clickhaze um vikuskiftið - og fríggjadagin fór hon av landinum fyri at fáa neyðugu hjálpina.
Orsøkin til alt er, at gullrøddin er strongd.
Røddin og kroppurin hjá 18 ára gomlu songkvinnuni eru útlúgvað eftir tvey krevjandi ár. Hon hevur givið so nógv, glett so nógv fólk og undirhildið so nógvum áhoyrarum í Føroyum og uttanlands, men nú var einki at gera uttan at gevast.
Røddin er merkt av mongu framførslunum og nógvu venjingunum og hevur brúk fyri hvíld. Tað sama er við kroppinum og sinninum hjá gøtugentuni, sum tí er farin til Íslands fyri at fáa frið.
Óhoyrt talent
Eivør Pálsdóttir verður av mongum mett sum besta boðið hjá føroyingum at fáa eitt kend navn uttanlands. Hon hevur eina rødd sum fáur, og eisini útstráling og framførsla er av slíkum slagi, at fólk ferð eftir ferð verða bergtikin av henni.
Hon er ein stór songkvinna, eitt óvanligt talent, og ikki minst hevur hon dirvið og viljan til at fáa nakað burtur úr sínum evnum.
Fyri tveimum árum síðani tók hon avgerð um, at hon skuldi bara fáast við tónleik. 16 ára gomul kvittaði hon skúla fyri at fáast við tað, sum hon hevur bestan hug til. Tónleik.
Síðani hevur hon sligið navnið hjá sær fast í føroyskum tónleiki.
Hon hevur spælt fløgu inn, sum hevur verið sera væl dámd, og millum hæddarpunktini er eisini framførslan í Prix Føroyar finaluni í fjør, tá hon næstan einsamøll vann kappingina fyri eygunum á øllum føroyingum. Hon spælir í bólkinum Clickhaze, og millum dugnaligu tónleikararnar í bólkinum er einki at taka seg aftur í, at hon er stóra drívmegin á pallinum.
Íslendingar fingu illgruna
Men alt hevur sín prís, og nú hevur Eivør gjørt av steðga fyribils.
Íslendsku songfólkini Gardar og Óløf Kolbrún hava júst verið í Føroyum og havt skeið, og tey fingu beinanvegin illgruna um, alt var ikki, sum tað skuldi hjá Eivør.
Tey mæltu henni til at steðga við framførslunum í stundini. Nógvu konsertirnar, umfatandi venjingin og øll tann orka, sum Eivør hevur lagt í hetta arbeiði, hevur slitið upp á røddina og upp á sálarligu støðuna.
- Tað var í grundini sera heppið, at Gardar og Óløf vóru í Føroyum júst nú. Tey merktu beinanvegin, at tað var ikki sama gentan, sum tey hava havt skeið við áður. Eivør var nú so merkt av strongd, at tað var einki at gera uttan at steðga, sigur Sædis Eilifsdóttir, sum er mamma Eivør.
Tekur neyðugu tíðina
Fríggjadagin fór Eivør til Íslands. Hetta fyri at sleppa burtur frá vanliga umhvørvinum, so hon kann fáa neyðugu hvíldina. Í Íslandi skal hon búgva hjá Gardar og Óløf Kolbrún, og har fær hon høvi at byggja seg uppaftur.
Óløf Kolbrún heldur, at Eivør hevur eitt sera stórt talent, og hon tosar ikki bara um eina gullrødd, men um stórar listarligar gávur, sum mugu verjast um, og tí er tað so umráðandi at stimbra og stuðla, soleiðis at hon kann mennast listarligar og sálarliga.
- Nú skal Eivør hava møguleikan at fáa ístaðinfyri at geva í eina tíð, sigur mamma hennara.
Í Íslandi skal hon fáa viðgerð, so røddin og kroppurin kann koma fyri seg aftur. Hon skal savna orku, menna seg og so koma aftur við fullari styrki seinni.
Nær hetta verður, kann eingin siga, men talan verður í hvussu so er um fleiri vikur - kanska nakrar mánaðir - áðrenn Eivør Pálsdóttir aftur kann upplivast á konsert.