Hesa vikuna kemur Strok út við nýggjum blaði. Hetta er 55. árgangur, og sostatt hevur Strok 55 ára føðingardag. Hesi árini er stór menning farin fram. Stødd, skap, innihald og snið er sum vera man nógv øðrvísi enn upprunaliga útgávan.
Ein onnur broyting er starvsfólkini handan Strok. Meðan tað upprunaliga vóru vaksin fólk, sum skrivaðu og gjørdu blaðið, eru flest øll starvsfólkini, sum skriva greinir, ung. Yngsti ummælarin er átta ár, og elsta starvsfólkið er 18 ár. Tey vaksnu taka sær tó enn av at samskipa blaðið og umsiting. - Orsøkin til hesa gongd er, at vit eru sannførd um, at børn og ung sjálvandi vita best, hvat børn og ung vilja lesa, siga tey á Bókadeild FØroya Lærarafelag, sum gevur blaðið út.
Í samband við føðingardagin er nógv spennandi sett í verk. M.a. hevur Strok fingið nýtt blaðhøvd, støddin er vaksin til A4, og innihaldið er skipað á ein øðrvísi og meiri spennandi hátt enn áður. Heimasíðan Strok.fo hevur eisini fingið nýtt snið og nýggjar møguleikar.
Stroknetið er ein síða til børn og ung í aldrinum 7-14 ár. Á Strok.fo kunnu vit røkka lesarum hvønn dag við nýggjum, feskum, spennandi og áhugaverdum tilfari. Hvønn dag leggja vit út royndir, kappingar, myndafrásagnir, video ella greinar um alt millum himmal og jørð.
Og við heimasíðuni kunnu vit koma beinleiðis í samband við lesararnar. Lesararnir kunnu á Strok.fo skriva til okkara og koma við sínari meining og uppskotum um, hvat tey vilja lesa um bæði á Strok.fo og í Strok. Tey kunnu eisini spyrja Gløgga Blobb og onnur, senda inn tekningar, myndir og video. Børn duga so nógv ymiskt, og Strok er pallurin, har tey kunnu vísa tað.
Í ár hava vit gjørt av at geva øllum børnum frá 1.-7. flokk fyrsta blaðið ókeypis fyri at geva teimum møguleika at uppliva fjølbroytta og spennandi innihaldið í blaðnum.
Tey, sum tekna eitt Strok-hald, verða limir í Strok- klubbanum og fáa eitt kult Strok-kort, sum er knýtt at Strok.fo, umframt at tað eisini gevur avsláttur í handlum og fyritøkum kring landið. Á Strok.fo sæst, hvar og hvussu kortið kann brúkast.
Fyrsta Strok verður borið út í skúlarnar í hesum døgum saman við haldaraseðlum. Eisini ber til at tekna seg sum haldara á Strok.fo.