Stripptease og toppleys servering í Klaksvík

Í Klaksvík fáa tey eitt heldur øðrvísi kvøld, tá ið donsku pornostjørnurnar Denice K og Misja D vitja 2. Juli. Á Facebook boðar Club 700 frá, at toppleys servering og stripptease av tí allar frekasta er á skránni leygarkvøldið 2. Juli.

 

Tað eru tær báðar pornostjørnurnar Denice K Og Misja D, sum fara at geva klaksvíkingum eitt strippshow, og síðani verður toppleys servering á skránni.

 

Stripptease hevur mangan verið á skránni kring landið, meðan toppleys servering má sigast at vera eitt heldur óvanligt fyribrigdi í føroyska náttarlívinum.