Tað var ítróttarkaféin og diskotekið Cippo, sum hevði fingið teir báðar donsku kallarnar til Føroya at vísa seg fram fyri føroyskum konufólki.
Áhugin fyri danska strippinum var eitt sindur misjavnur. Tíðliga á kvøldinum var ikki nógv fólk, men út á náttina koma munandi meira fólk, og tað var gott lív í.
Tað vóru ikki bara kvinnur, sum vóru og hugdu. Eisini menn forvitnaðust, og kanska fingu teir eisini onkur hugskot frá donsku stripparunum hvør veit...
Daniel og Alex høvdu framførslur bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, og teir vóru ósmædnir og lívligir á dansigólvinum. Serliga Daniel er ein kendur strippari í Danmark, og hann hevur fleiri ferðir vunnið danska meistaraheitið í mannfólkastripp.
Rúni Djurhuus, sum eigur og rekur Cippo, sigur, at nú á døgum er tað ógvuliga trupult at fáa fatur á mannligum stripparum í Danmark, tí teir eru so fáir í tali. Og orsøkin til, at strippararnir komu til Havnar júst farna vikuskiftið var, at fótbóltskappingin endaði, og tað hevur stóran áhuga millum mannfólk. Tí helt Rúni, at hann skuldi skipa fyri onkrum, sum konufólkini kundu fara til, meðan menninir gingu í einum fótbóltsrúsi.
Rúni heldur, at undirtøkan fyri strippinum kundi verið betur, men tað er ikki óhugsandi, at líkandi tiltak verður roynt aftur seinni.