Strika tunlar og fá fólk til arbeiðis

Sjálvstýrisflokkurin fer nú at gera alt fyri at fáa samgonguna at útseta ætlanini at gera tunlar og vegir og heldur brúka pengarnar til ymiskt annað sum skapar nógv fleiri arbeiðspláss

- Sum støðan í samfelagnum er í løtuni, er tað er heilt burturvið av samgonguni at tvíhalda um, at hesi næstu árini skulu tunlar gerast fyri hundraðals milliónir ella kanska enntá milliardir.

Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

Hann sigur, at tískil verður tað fremsta raðfestingin hjá flokkinum at royna at fáa samgonguna á rætta kós og at broyta íløguætlanina.

- Landið er í kreppu, men kortini koyrir samgongan á við tunnilsætlanum, sum um at onki var hent.

Hann heldur, at hetta er eitt tekin um, at ongin í samgonguni sær álvaran í teirri støðu, vit eru í.

Og tað verður okkara fremsta raðfesting tá ið Løgtingið fer undir arbeiðið aftur á ólavsøku.

- Sum støðan er nú, er tað púra ørt at niðurbinda samfelagið við íløgum í tunlar og vegir fyri tvær milliardir, soleiðis sum íløguætlanin hjá samgonguni sær út hesi næstu árini.

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at sjálvt nú verða pengar brúktir til at fyrireika og prjojektera summar av hesum tunlum og vegum.

Men eisini hetta arbeiðið heldur hann, eigur at halda upp at beinanvegin.

Hann staðfestir, at tað at fyrireika og gera tunlar og vegir kastar næstan ikki serliga arbeiði av sær.

Og akkurát tað at skapa arbeiði er lyklaorðið hjá honum.

- Vit vita, at tað skapar nógv meiri arbeiðspláss at byggja og umvæla hús og skip og annað.

Tí heldur hann, at tað er neyðugt at útseta tunnilsætlaninar í óasetta tíð, so at peningurin heldur kann brúkast til umvælingar og annað, sum kastar nógv meiri arbeiðið av sær.

Almennu tølini siga, at 1000 føroyingar eru arbeiðsleysur, men Kári P. Højgaard er sannførdur um, at veruliga talið er nógv hægri.

- Fleiri arbeiðsleys hava so drúgva uppsagnartíð, at tey eru ikki komin á listan enn. Somuleiðis er eitt stórt tal av útróðrarmonnum, sum í veruleikanum eru arbeiðsleysir.

- Eg eri ikki ósamdur í, at tað er alneyðugt, at vit ikki traðka ov hart á bremsuna og tí er tað neyðugt tær krónurnar, sum eru til íløgur, verða so arbeiðsskapandi sum gjørligt.

- Tí skulu íløgurnar í tunlarnar Norður um Fjall, Sandoyartunnilin, Hvalbiartunnilin og kanska aðrir tunlar við, útetast, umframt íløgan í nýggjan veg omanfyri Skála.

- Hetta eru alt pláss, sum hava samband frammanundan, so tað er als ongin vanlukka at útseta tær íløgurnar til seinni eftir sum tær kasta næstan onki arbeiði av sær.

- Hinvegin skal íløgukarmurin hjá tí almenna fyrst og fremst brúkast til at umvæla og gera ábøtur á allar almennar ognir, tí tað kastar nógv meiri arbeiði av sær.

- Tað eigur at verða raðfest í fremstu røð, so at almennu ognirnar verða umvældar og ábøtur gjørdar við bjálving og øðrum, fyri at spara orku.

-Tað er ein stórur síðuvinningur av eini íløgu í at bjálva hús, tí oljan er ein tung byrða fyri landskassan.

- Hann leggur afturat, at hetta er akkurát rætta tíðin til tað, tí tað hevði givið arbeiðið til nógvar hendur og tað er hetta, vit hava mest brúk fyri.

Kári P. Højgaard heldur eisini, at tað er neyðugt at gera íløgur í útbúgvingar og tí heldur hann, at skúladepilin í Marknagili skal halda fram, tí tað er ein alneyðug verkætlan.

Hann heldur eisini, at tað er burturvið, at lutfalsligar smáar upphæddir skulu vera orsøkin til, at vinnuskúlin og kanska aðrir skúlar við, mugu vísa næmingum frá sær.

- Sum tíðirnar eru nú, hevur ungdómurin mangan bara tvinnar kostir, antin sleppur hann at útbúgva seg, ella verður hann arbeiðsleysur og tí eiga vit at gera íløgur í útbúgving.

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum heldur eisini, at vit eiga at kanna um tað ikki er rætt at gera íløgur í nýtt havrannsóknarskip, nú arbeiðsloysið er stórt.