Dorit Hansen
-----
Ein gosoyggj slapp undan milliardstórum endurgjaldskravi í vikuni. Tað skrivaði danska útvarpið á heimasíðuni. Danski miðilin viðgjørdi EFTA avgerðina, sum staðfesti, at Ísland ikki skuldi gjalda Bretlandi og Hollandi endurgjald fyri Icesave gøluna. Eitt áhugavert mál í sjálvum sær, men tað, sum eg hefti meg við, var, at greinin tosaði um bretska statin og hálendska statin, men um íslendsku gosoynna. Tað er neyvan tilvitað mismælt, men áhugavert alíkavæl, at almenni miðilin hjá fyrrverandi “hjálandaharrunum” brúkar landafrøðiliga heldur enn politiska hugtakið. Íslendski staturin er ikki heilt ungur longur, men hann er framvegis ikki gerandismál hjá øllum donskum journalistum.
Orð kunnu vera leivdir frá gomlum veruleikum, men orð kunnu eisini skapa og varðveita valdsskipanir. Tað hugsaði eg sunnukvøldið, eftir at tíðindastubbi í Kringvarpinum, har eg sum lærari og ritstjóri var spurd um nýggjar samvirknar bøkur hjá Námi, endaði sum kjakevni á Facebook. Tað, sum skapti øsing, var ikki nýggi miðilin, men orðini eg brúkti um næmingar. Veikir og sterkir næmingar. Eingi næmingar eru veikir, segði fyrrverandi læraraskúlalærari á Facebook. Tey hava kanska ein læritrupulleika, men veikir verða teir bara, um vit fáa teir at trúgva, at teir eru veikir við at siga tað nóg ofta við teir. Valdsnýtslan kom mær ikki til hugs, tá eg tosaði við journalistin, heldur ikki tá ið eg lurtaði eftir innslagnum. Men tá ið eg lurtaði umaftur, hoyrdi eg tað.
Blindir vinklar kunnu verða vandamiklir, blind lið enn vandameiri. Dimmalætting fekk fyrstu Winther heiðurslønina seinasta vikuskiftið, og Brynhild Thomsen, blaðstjóri, segði, at hon ofta hugsaði um yrkingina Blinda liðið eftir Christian Matras. Alt ov nógv politisk mál verða bara trumlað ígjøgnum uttan viðgerð, segði blaðstjórin. Samd. Tí er tað gott, at vit hava eygleiðarar, sum ikki troyttast av at vísa á skeivleikar og valdsmisnýtslu. Trupulleikin er tó, at nógvir politikarar duga ótrúliga væl at venda deyva oyra til. Teir síggja mótstøðuna, men hoyra hana ikki. Teir síggja, at nú hevur andstøðan fimtan fyrispurningar, tað hevði hon eisini í gjár, og tað fer hon uttan iva eisini at hava í morgin. So best man vera at svara sum minst.
Og so eru tað hesi keðiligu orðini. Sambandsmenn hava tað eitt sindur trupult við orðinum “tjóð”. Kunnu vit ikki heldur bara tosa um oyggjar? Og hví skulu vit hava eina stjórnarskipan, sum staðfestir, at landsins borgarar eru upphav til alt politiskt vald í landinum. Hetta eru alt ov vandamikil orð. Nei, best man vera at lata hatta uppskotið liggja uttanfyri løgtingsgáttina. Og “fólksins ogn” er heldur ikki so heppin orðing. Fólkafloksmenn tíma ordiliga væl at syngja “mín dýrasta ogn,” men tað er bara ein sangur, og hann hevur einki við fisk at gera, so nú skal fólksins ogn broytast til landsins ogn. So kunnu politikarar í frið og náðum venda deyva oyra til blinda liðið, meðan gamlar valdsskipanir fáa frið at virka í tryggum, orðleysum kørmum.