Stríð millum læknar og Heilsutrygd forðar koppseting av børnum

Hóast kunngerðin um koppseting av børnum varð lýst 15. desember, er einki barn millum 5 og 11 ár koppsett enn, tí ein avtala við kommunulæknarnar ikki er upp á pláss.

Tað sigur Kommunulæknafelagið í morgun.

 

– Kommunulæknafelag Føroya harmast almikið, at vit í Føroyum eru afturút við at geva 3. prikið og at einki barn 5-11 ár enn hevur fingið 1 prikið. Um kommulæknar høvdu havt loyvi at koppsett, hevði støðan verið betri. Men fyri at koppseta, má KLF hava eina avtalu, ið vit av ófatandi orsøkum ikki hava fingið enn, skrivar Kommunulæknafelag Føroya.

 

Felagið er vónbrotið eftir fund við Fíggjarmálaráðið og Heilsutrygdí gjár.

 

– Vit fingu at á fundinum ígjár at vita , at tað framvegis BERT var loyvt kommunulæknum at koppseta børn 5-11 ár fyri Covid 19. Tað ger umstøðurnar at koppseta sera truplar, tí tú skalt samla stórar bólkar av børnum til hvørja viðtalu fyri at seta á eitt koppingarglas, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.

 

– Eingin avtala varð gjørd við KLF ígjár – har vit enn einaferð høvdu smittumet, sigur hann.

 

– Lat tað verða sagt enn einaferð: Vit ynskja eina avtalu um at koppseta allar aldursbólkar. Og ta avtaluna skulu vit hava.

 

So tað er eitt stríð – kanska um pengar – millum kommunulæknar og myndugleikar sum er orsøkin til, at einki barn Føroyum er koppsett.

 

Skrivið frá kommunulæknafelagnum kann lesast við at trýsta her