Stríð millum Framsókn og Sambandsflokkin

Framsókn vildi lækka ríkisveitinginga, men tað vildi Sambandsflokkurin ikki

 

Sambært Aksel V. Johannesen, so valdu teir tríggir flokkarnir at taka tey tungu og stóru málini fyrst í samráðingunum, og tí steðgaðu samráðingarnar so tíðliga.

Ósemja var um at lækka ríkisveitingina. Sum skilst ætlaði Framsókn, at hon skuldi lækka eftir ávísum leisti. Ruth Vang hevur í valstríðnum nevnt 25 milliónir krónur um árið.

Hetta var í øllum førum knúturin, sum ikki kundi loysast.

Javnaðarflokkurin fer nú at taka støðu til, hvussu víðari skal farast fram við samráðingunum. Helst verða samráðingar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn í morgin.