Streymurin verður dýrari næsta ár - og hann hækkar aftur í 2021

Vit eru við at koma upp á tindin, men vit at taka okkum seinasta strekkið niðaná, sigur John Zachariassenm nevndarformaður í SEV

 

Næsta ár fer streymurin at verða dýrari enn hann er í dag – og í 2021 fer hann helst eitt hakk upp eftir afturat.

Tað er niðurstøðan á eykaaðalfundi í SEV í morgun

­– Hetta er neyðugt, men útbyggingarnar í grønar orkukeldur fara helst at skarva av oljuútreiðslunum í komandi árum, sigur SEV.

Felagsskapurin sigur í tíðindaskrivi, at oljuútreiðslur, og átrokandi útbyggingar í elskipanini, hesi seinastu fimm árini, gera tað neyðugt, at hækka prísin á streymi 5 oyru fyri kilowattið og hjá vinnuvirkjum hækkar hann 10 oyru fyri kilowattið.

Fyri eitt vanligt húsarhald fer hækkingin at merkja eina meirútreiðslu á umleið 30 krónur um mánaðin, ella 375 krónur um árið, og tá er mvg talt við.

 SEV vísir eisini í 2021 á, at prísurin á streymi fer helst at hækka 5 oyru fyri kilowattið afturat, og tað verður bæði fyri húsarhald og vinnuvirki.

Men SEV sigur, at tað veldst kortini um, hvussu støðan er um eitt ár.

Annars sigur SEV, at prísurin á streymi lækkaði 5 oyru fyri kilowattið í 2017 og aftur í 2018, men í 2019 hækkaði prísurin aftur 10 oyru fyri kilowattið og nú er hann sostatt tann sami sum hann var í 2014. 

– Vit vilja hava sum minst órógv við elprísinum, men vit noyðast sjálvandi at hava ein skynsaman búskap, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

Men hann sigur, at tað er ljós fyri framman. Í næstum verða tríggjar nýggjar vindmyllulundir settar upp í næstum og tá verður vindorkan meira enn trífaldað, úr 18 MW upp í 60 MW. Samstundis verður pumpuskipan fyrireikað, umframt at sólorka og sjóvarfalsorka eru í menning.

– Vit eru við at koma upp á tindin, men áðrenn vit merkja undanbrekkuna, noyðast vit at taka okkum seinasta strekkið niðaná við nøkrum oljuútreiðslum aftrat og neyðugum íløgum í elveitingina, sigur nevndarformaðurin í SEV.

Nevndarformaðurin leggur dent á, at vit nærkast einum tíðarskeiði, har grønar fara at síggast væl aftur í fíggjarætlanini hjá SEV, tá oljuútreiðslurnar næstu árini minka í stórum lopum, so hvørt útbyggingarnar verða framdar.