- Flestu ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Vit vænta, at fleiri koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur - og so koma nøkur miðskeiðis í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipini fáa mest av toski og hýsu, tó fær onkur meira av brosmu og longu.
- Fiskiskapurin hjá ísfiskalínuskipunum undir Føroyum er brúkiligur, men miðskeiðis í vikuni sum kemur verður streymurin í hæddini.
Lagt verður aftrat, at øll tey føroysku frystilínuskipini eru á Flemish Kap.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin harðnar út á vikuna, og veðrið verður heldur ikki av tí besta. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski í næstu viku.