Strategifundur í Keypmannahavn

Atlantic Petroleum hevði herfyri nevndar- og strategifund í Keypmannahavn.

Á fundinum var øll nevndin, Birgir Durhuus, Jan Evensen, Diana Leo, Mortan Johannesen og Poul Mohr. Harumframt luttóku Richard Hardman og Alyson Harding úr Bretlandi.

Høvuðsevnið á fundinum var, hvussu til ber nú aftaná kapitalhækkanina at menna og vaksa um felagið.
Birgir Durhuus sigur í stuttari viðmerking, at enn vantar tó at fáa avtaluna um framtíðar fíggjarviðurskiftini endaliga uppá pláss við verandi lánsveitarar, men tey hava góðar vónir um,
at hetta fer at at henda í næstum. Hetta er tað týdningarmesta fyri Atlantic Petroleum uppá styttri sikt, tí tað er avgerandi fyri, hvussu stórar musklar felagið hevur at ráða yvir, nú fokus aftur er á framtíðina hjá Atlantic Petroleum.

Á fundinum greiddi tann nýggi stjórin, Sigurd í Jákupsstovu frá teimum ítøkiligu vakstrarmøguleikum felagið hevur uppá styttri sikt. Nevndin hevur givið leiðsluni mandat til at seta onkrar av hesum verkætlanum í gongd, treytað av, at fíggjarviðurskiftini koma uppá pláss.