Strategi løgd fyri universitetsbóka-savnið

Landsbókasavnið skal formliga vera universitetsbókasavn, og nú er nýggj strategi løgd fyri at fremja tað málið í verki

Landsbókasavnið skrivar, at fyri at røkja og menna uppgávuna sum universitetsbókasavn á besta hátt, hevur Landsbókasavnið gjørt eina strategi, sum skal virka sum stavnhald fyri menningini. Orð eru sett á 7 strategisk virkisøkir og mál, sum bókasavnið longu er farið at virka eftir.

 

Landsbókasavnið hevur í nógv ár veitt tænastur til lesandi, undirvísarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum - og til almenningin annars. Í fjør var staðfest í lóg, at Landsbókasavnið formliga skal vera universitetsbókasavn og skal styrka hesa tænastuna. Harumframt er Landsbókasavnið høvuðsbókasavn og tjóðbókasavn. 

 

Strategiin kann lesast her:

 

Strategi, universitetsbókasavnið 2025-2030.pdf