Strangari reglur fyri viðgerðir uttanlands

Søgan um sjúkraviðgerð uttanlands fer helst at endurtaka seg í ár. Hóast játtanin varð hækkað við 10 milliónum, so verður tepurt, viðgongur Bill Justinussen. Hann hevur sett sær fyri at fáa viðgerðir heim, og ein kunngerð er ávegis, sum skal gera, at størri partur fer til sjálva viðgerðina og minni verður brúkt til ferða- og fylgiútreiðslur

Nú verður fyrsta stigið tikið til at minka um útreiðslurnar at viðgera sjúklingar uttanlands. Bill Justinussen, landsstýrismaður við familju- og heilsumálum, hevur gjørt uppskot til kungerð, sum skal geva læknum greiðari reglur at ávísa eftir.
Tað elvdi til mikið rok og rumbul, tá kontan til viðgerð av sjúklingum uttanlands brádliga varð tóm í fjør. Settar vóru 60 milliónir krónur av til ferðing og viðgerð uttanlands, men út ímóti heysti sást, at játtanin fór ikki at halda. Neyðugt bleiv við eykajáttan, men samstundis heitti landsstýrismaðurin á læknar um at tátta í, so óneyðugar viðgerðir ikki fóru fram uttanlands, tað sum eftir var av árinum. Tá saman um kom vóru 82 milliónir krónur brúktar til endamálið.
Í ár eru 70 milliónir krónur settar av, og spurningurin er, um tað fer at halda. Landsstýrismaðurin ivast.
? Tað verður øgiliga tepurt, duga vit at síggja longu nú, men eg havi boðað frá, at tað skal halda, tí eg vil ikki biða um fleiri pengar til økið við eykajáttan, sigur Bill Justinussen.

Læknar tulka
Bill Justinussen hevur sett ein fulltrúa, sum burturav arbeiðir við at stýra útreiðslunum til viðgerð uttanlands betri.
? Tað eru læknanir, sum ávísa, hvør skal til viðgerð uttanlands ? ikki vit ? og soleiðis skal tað sjálvandi vera. Trupulleikin er, at teir hava tulkað reglurnar ógvuliga ymiskt, og tí er ójavnt, hvussu nógv ferðandi eru við, tá sjúklingar verða ávístir til viðgerð uttanlands. Vit hava ikki møguleika at grípa inn og skulu heldur ikki gera tað. Men eg havi ábyrgdina av játtanini, sum løgtingið hevur givið, og kann reglur fyri, hvussu hon verður brúkt, sigur Bill Justinussen.
Mikudagin legði hann eitt uppskot til kunngerð fyri landsstýrið, sum skal gera reglurnar greiðari og so lætt skiljandi sum gjørligt. Endamálið er, at so stórur partur av játtanini fer til viðgerð og minni fer til fylgifólk ? tað vil siga fólk, sum fylgja við tí sjúka.
? Vit mugu seta eitt mark. Og tess minni verður brúkt til ferðing, tess meiri verður brúkt til viðgerð, sigur Bill Justinussen.

Útgreinað kunngerð
Nýggja kunngerðin brýtir ikki so øgiliga nógv frá tí gomlu. Talan er um nakrar tillagingar og dagføringar. Høvuðsreglan er enn sum áður, at sjúklingurin fer sjálvur til viðgerð uttanlands. Tað hevur bara ikki verið praktiserað, sigur Bill Justinussen. Í undantaksførum kunnu avvarðandi sleppa við, men tað hevur verið meiri reglan enn undantakið, at ein, tvey og ofta fleiri eru farin við til viðgerðar uttanlands. Og tað kostar.
? Nú skulu undantøkini sundurgreinast, so einstaki læknin hevur greiðari reglur at ganga eftir. Endamálið er, at øll vera viðgjørd eins, so at fólk við somu sjúku ikki hava ymiskt tal av fylgjarum við, tí tað skapar ónøgd og gevur óneyðugar útreiðslur, sigur Bill Justinussen.
Eitt nú verður staðfest, at børn undir 18 kunnu hava ein fylgjara við ? áðrenn stóð børn undir 16. Áður stóð eisini, at brekað kundu hava foreldur við, nú verður sagt, at tað kunnu vera avvarðandi, so tað eisini er galdandi fyri stuðlar. Harafturat verður heimildin hjá leiðaranum fyri sjúklingahotellið í Keypmannhavn víðkað til at stýra útreiðslunum.

Viðgerðir heim
Kunngerðin í sær sjálvum sparir ikki nógvan pening. Men tað er handfaringin av reglunum, sum skal strammast upp.
Bill Justinussen sigur, at arbeitt verður intenst við at minka um útreiðslurnar til viðgerðir uttanlands. Fyrst og fremst við at taka viðgerðir, sum eins væl kunnu gerast í Føroyum, heim.
? Vit skulu hava fleiri viðgerðir í Føroyum og færri uttanlands, tí tað er nógv dýrari. Eg havi fingið eitt tilmæli um, hvørjar viðgerðir kunnu takast heim, sigur Bill Justinussen.
Hann vil kortini ikki siga enn, hvørjar viðgerðir verða tiknar heim, tí tað eru so »heilt ótrúliga nógvar viðgerðir uttanlands«, sum hann málber seg.
? Talan er kanska serliga um skurðøkið. Vit eru sera væl fyri við skurðlæknum, og viðvíkjandi útbúnaði vera vit eisini væl fyri, tá nýggi bygningurin hjá landssjúkrahúsinum verður klárur. Tá verða nógvir møguleikar, sigur Bill Justinussen at enda.