Strangari krøv til fiskavørur

TACC: Krøvini frá fiskakeyparum herðast so við og við sum tilvitanin um havsins viðbrekni breiðir seg

Longu nú aftra fleiri sviar seg við at keypa tosk, tí teir óttast, at toskurin er við at doyggja út. Eisini tey, sum vanliga keypa føroyskan fisk, eru leita eftir einum merki, sum prógvar, at fiskurin er veiddur á burðardyggum grundarlagi.

- Hetta er ein veruleiki sum føroyingar eiga at taka støðu til. Gera vit ikki tað, kann tað verða trupult at sleppa inn á marknaðirnar, sigur Petter Olsen, sum verður ein av fyrilestrarhaldarunum seinna dagin á TransAtlantic Climate Conference um eina viku.

Petter Olsen er lektor á universitetinum í Tromsø og fer á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum at røða um, hvussu vit kunnu fáa fyrimun á marknaðinum við at skjalprógva, at fiskurin er burðardyggur.

- So við og við sum tilvitanin millum fólk um, hvussu viðbrekið havið er yvirfyri veðurlagsbroytingum og ovurfiskaríið, verða krøvini til fiskavørur strangari, og tí eiga vit at fyrireika okkum til at noyðast at vísa kundanum, hvaðani fiskurin er og hvussu hann er veiddur, heldur Petter Olsen.

Á verkstovni seinna dagin, fara umframt Petter Olsen eisini íslendingurin Orri Vigfússon og Kjartan Ólafsson frá íslendska bankanum Glitnir at greiða frá, hvussu vit í fiskivinnuni kunnu laga okkum nýggjar tíðir.