Strangar reglur fyri at koyra lendisakfar

Fríggjadagin verður tað lógligt at koyra við lendisakførum, eisini nevnt ATV´arum, á føroysku vegunum.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí treytirnar eru harðar.

Tað er bara loyvt at koyra á vegnum í sambandi við arbeiði, til ella frá ella millum arbeiðsøki og tað skal altíð koyrast stytstu leið.

Fyri at kunna koyra eitt skrásett lendisakfar, krevst koyrikort til persónbil ella motorsúkklu.

Sostatt er 18 ára aldursmark galdandi, staðfestir Akstovan.

Harafturat skulu bæði førari og ferðafólk á lendisakfari vera í góðkendum fallhjálmi við hjálmglugga og eisini góðkendari ryggverju.

Tað mugu ikki vera fleiri fólk á einum lendisakfari enn tað er ætlað til, og børn undir átta ár mugu ikki vera á lendisakfari.

Ferðmarkið fyri lendisakfar er 50 km/t í fjølbygdum øki, og uttan fyri fjølbygt øki er tað 60 km/t.

Og tann, sum koyrir ov skjótt, fær somu revsing, sum tann, ið koyrir ov skjótt í bili.

Tað merkir, at tað bæði til at missa koyrikortið og at fáa klipp fyri at koyrta ov skjótt við lendisakfari.

Í fjølbygdum øki merkir tað, at verður koyrt skjótari enn 70 km/t, gevur tað eitt klipp í koyrikortið, men verður koyrt skjótari enn 80 km/t,skal førarin taka koyrikortið av nýggjum fyri ikki at missa tað.

Uttan fyri fjølbygt øki merkir tað, at verður koyrt skjótari enn 76 km/t, gevur tað eitt klipp í koyrikortið, men verður tað koyrt skjótari 80 km/t, skal koyrikortið takast av nýggjum.

Reglurnar um rúsdrekkakoyring eru eisini tær somu, sum fyri koyring við vanligum bili og tað merkir at rúsdrekka í blóðinum ikki má fara upp um 0,20 promillu.

- Rúsdrekkakoyring við lendisakfari hevur somu revsing við sær sum fyri rúsdrekkakoyring við vanligun bili ella motorsúkklu.

Annars skal lendisakfar eisini sýnast á Akstovuni, eins og tað skal skrásetast og hava nummarspjaldur.

Tað kostar 850 krónur at fáa nummarspjaldur á eitt lendisakfar, men slepst undan at rinda bæði skrásetingargjald og vektgjald.

Annars skulu lendisakfør eisini til sýn, akkurát, sum vanligir bilar.

Myndin er tilvildarlig