Strandingar vunnu ferðmikla toppdystin

Frá byrjan til enda var ein øgilig ferð á, tá VÍF og StÍF møttust í Vestmanna mikukvøldið. Tá avtornaði, høvdu strandingar vunnið, og tí eru teir aftur oddalið

Manshondbóltur

Um vikuskiftið vendi alt øvugtan veg hjá strandingum. Teir noyddust á heimavølli at lata bæði stigini frá sær í grannauppgerðini móti Tjaldri, ið einki stig hevði fingið frammanundan.
Og tað, sum verri var, var at StÍF við tí tapinum eisini mátti lata oddesessin frá sær til vestmenningar, sum vundu burtur úr triðfremsta liðnum, Neistanum.
Stóri spurningurin undan dystinum í Vestmanna mikukvøldið var tí, um VÍF fór at megna at vísa somu styrkina ella um StÍF kundi reisast aftur eftir hvøkkin og tapið móti Tjaldri.
Svarið fekst ikki fyrr enn móti endanum á dystinum, tí hóast StÍF meginpartin av seinna hálvleiki var bæði tvey, trý og fýra mál framman fyri VÍF, kundi alt henda.
Ikki minst sást hetta móti endanum á fyrra hálvleiki, tá vestmenningar fyrst sóu út til at hava lagt sjógv millum seg og strandingar.
VÍF var á odda 14-12, tá serliga Sveinur Justinussen við trimum málum gjørdi sítt til, at StÍF bæði javnaði og fór framum.
Men John Zachariassen hjá VÍF vildi tað øðrvísi, og við tveimum gjøgnumbrotum fekk hann javnvág í roknskapin, so tað stóð á jøvnum í steðginum.

Øgilig ferð á
Frá byrjan til enda var hesin toppdysturin merktur av tí, ið ein toppdystur helst skal vera, og sást hetta best á nógvu ferðini, ið var á spælinum hjá báðum pørtum allan dystin.
Álopini skolaðu úr einum enda í hin, og alt gekk so skjótt fyri seg, at áskoðararnir í løtum mundu hava ilt við at fylgja við, hvat hendi. Júst soleiðis skal tað eisini vera, tá tað er ein oddasessur, ið stendur upp á spæl!
Tíðliga í seinna hálvleiki fekk StÍF bygt sær eina leiðslu, ið VÍF ongantíð aftur fekk fatur á, sjálvt um munurin ikki gjørdist tann stóri. VÍF slapp í seinna hálvleiki ikki nærri enn tvey mál.
Hóast nógvu ferðina, so vóru tað kortini strandingar, ið dugdu betur at halda høvdið kalt, og serliga í verjuni var tað, at teir høvdu fyrimunir fram um vestmenningar.
Illa gekk hjá VÍF at koma til skot, tí verjan hjá StÍF vardi væl. Og í hinum endanum tordi StÍF at vísa neyðuga tolið, so málini komu á ymsan hátt, og uttan at bólturin so ofta varð tveittur burtur.
Strandingar høvdu bæði fríspælingar inn á strikuna og gjøgnumbrot úr síðunum, og ein spælari sum Artur Johansen kundi royna nógv sjálvur, tí arbeiðssemið hjá hinum gav pláss fyri tí.
So gjørdi tað heldur einki, at Alexander Johansen móti endanum í gáloysni lobbaði brotskast í føvningin á Eli Müller, ið av góðum grundum líktist einum spurnartekini.
Tá var bara ein góður minuttur eftir, og StÍF á odda við trimum málum.
Liðini fingu eitt mál í part aftrat, og so var veruleikin har: StÍF er aftur oddalið í bestu mansdeildini ? men tó bert tvey stig framman fyri VÍF og Neistan_

Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 29-32 (16-16)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 8 (2), John Zachariassen 6, Piti Negru 4, Ólavur Brimnes 3, Agnar Joensen 3, Daniel Rapa 3, Ingi Olsen 2
StÍF: Artur Johansen 10 (6), Costin Dumitrescu 5, Sveinur Justinussen 5, Alexander Johansen 4, Bent Djurhuus 3, Jón Rasmussen 3, André F. Danielsen 1, Kristjan Petursson 1
Brotskøst: VÍF 3, StÍF 8
Útvísingar: VÍF 5, StÍF 2
Dómarar: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen