Í morgin er væntandi, at bæði skip og bussar fara at avlýsa túrar og at túrar verða seinkaðir.
Tað ávarar Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni um, longu nú seinnapartin.
Hann sigur frá heilt nógvum vindi av norði og útnyrðingi, heilt upp á 23 metrar um sekundið, við hvirlum upp í ódnarstyrki.
Undir so vánaligum umstøðum er ikki annað væntandi, enn at bæði skip og bussar fara at leggja túrar burtur ímillum, sigur hann.
Vindurin brestur á seint í kvøld og heldur fram nakað út á dagin í morgin.
Strandferðslan ávarar um støðuna í góðari tíð, so at fólk fáa stundir at leggja til til rættis eftir umstøðunum.