Strandferðslan skal sigla hvønn einasta dag í árinum. Tað hevur samgongan sett sær fyri. Og tinglimir úr samgonguni heita á Johan Dahl um at syrgja fyri, at byrjað verður beinanvegin, so at skipini hjá Strandferðsluni eisini fara at sigla jóladag.
Annars hava Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu, løgtingslimir fyri Tjóðveldi, lagt Ummskot fyri Løgtingið um at skerpa flutningsskylduna hjá Strandferðsluni, so at skipini sigla hvønn dag í árinum. Sum støðan er nú, eru tað tríggir dagar í árini, at skipini hjá Strandferðsluni ikki sigla, langa fríggjadag, páskadag og jóladagg, men tey bæði tingfólkini halda, at tað hoyrir eini farnari tíð til, at fólk ikki skulu sleppa til og frá hvønn dag í árinum.
Umboðini fyri samgonguna í vinnunevndini, Hanus Samró Bjarni Djurholm og Janus Rein eru samdir í, at tað er sjálvsagt, at allir borgarar í landinum hava møguleika at kunna ferðast sjóvegis allar dagar í árinum, antin tað er til arbeiðis ella í øðrum sambandi
Men teir staðfesta, at samgongan hevur longu tikið stig til, at skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla hvønn dag í árinum næsta ár og hevur sett pening av á fíggjarlógini til endamálið. Tó verður siglingin langa fríggjadag, páskadag og jóladag, skerd. Tingfólkini fyri samgonguna vilja tí hava, at tað longu í ár eisini verður siglt jóladag, og tískil heita tey á landsstýrismannin í vinnumálum um at bera so í bandi, at strandfaraskipini sigla jóladag í ár. Av tí at málið er loyst, halda tey sostatt, at tað er óneyðugt at samtykkja uppskotið hjá teimum báðum tjóðveldisfólkunum.
Hinvegin heldur minnilutin í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Aksel Johannesen og Kári P. Højgaard, sum øll umboða andstøðuna, løgtingið eigur at samtykkja málið kortini.
- Talan er um fleiri túsund føroyingar, sum ikki sleppa av ella til oyggjarnar ávísar høgtíðsdagar og tað er júst til hesar høgtíðir, har hugurin og tørvurin á at ferðast og vitja familju og vinir er stórur.
- Tað kann heldur ikki verjast, at fólk, sum búgva á leysu oyggjunum, har sjóvegis sambandið er álitið, og sum skulu við flogfari av landinum dagin eftir halgidagarnar, skulu noyðast at fara av oynni tveir dagar frammanundan.
|