Við nýggja sáttmálanum verða tað nú fleiri fráferðir hjá leið 500, ið fer at røkja bussflutning til og frá Klaksvíkar skúla.
Um morgnanar verða børnini avheintað og koyrd beinleiðis til skúlan og tvær nýggjar fráferðir eftir skúlatíð verða úr Klaksvík, og verða børnini tá avheintaði við Sandin í Klaksvík og koyrd heimaftur. Kommunurnar syrgja fyri at ávísa góðkend steðgipláss, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.










