Strandferðslan leitar eftir nýggjum fíggjarstjóra

Strandfaraskip Landsins sóknast eftir nýggjum fíggjarleiðara at byrja 1. mars 2015.

Strandfaraskip Landsins sóknast nú eftir nýggjum fíggjarleiðara at byrja 1.mars 2015.

  

Tað var 13. august, at táverandi fíggjarleiðarin, Hans Petur Joensen, móttók ætlanarskriv um uppsøgn frá nýggja stjóranum, Hilmari Eliasen. Mikil rok hevur verið í kjalarvørrinum av hesi uppsøgnini, og hon hevur enntá verið umtalað á tingsins røðarapalli.

 

Les eisini Fíggjarleiðarin ofraður

 

Tað var Hans Petur Joensen, sum í fjør boðaði fíggjarnevdnini frá fíggjarligu støðuni hjá SSL, uttan um sín egna stjóra. Stjórin var seinni sjálvur sagdur úr starvi.

  

Síðani tá hevur Niels Juel Arge røkt starvið sum fíggjarleiðari.

 

Les eisini Niels Juel Arge fíggarleiðari á Strandferðsluni

 

Fíggjarleiðarin á Strandferðsluni hevur ábyrgdina av og skipar fyri fíggjarstýringini og roknskaparhaldinum á SSL. Fíggjarleiðarin er partur av leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til stjóran.

  

Strandfararskip Landsins søkja nú eftir onkrum, ið hevur útbúgving og royndir innan fyri fíggjarstýring og roknskap.

  

Eitt av kravunum er, at nýggi fíggjarleiðarin skal duga at greina torgreið viðurskifti og arbeiða málrættað.

  

- Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina av SSL, skrivar Stranferðslan í umsóknini.

  

Starvið er lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins uttan at vera tænastumannstarv. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum og arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri.