Strandferðslan í trongum skóm

Stjórin á Strandferðsluni stúrir fyri tí ringasta, men vónar tað frægasta

Nú skal Strandferðslan spara.
Og sum tað sær út í løtuni, verður tað ikki við mýkindum.
Men tað kann longu nú sigast, at skulu so stórar sparingar setast í verk, sum nú liggja í teimum politisku kortunum, kemur hon í trupulleikar.
Heilt álvarsligar trupulleikar.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal endaliga samtykkjast, heldur fíggjarnevndin, at umsitingin hjá Strandferðsluni er ov stór og skal minkast.
Og fíggjarnevndin ætlar, at fáa Løgtingið at samtykkja at skarva heilar tríggjar milliónir av játtanini hjá Strandferðsluni.
Í løtuni arbeiða 17,5 fólk í umsitingini hjá Strandferðsluni. Men skulu tríggjar milliónir sparast, merkir tað, at minst 8-10 fólk skulu sendast til hús og so verður ikki nógv umsiting eftir.
Í hesum sambandi skal havast í huga, at tey flestu hava seks mánaða uppsagnartíð og tí hevur Strandferðslan í veruleikanum bara eitt hálvt ár at finna sparingarnar og so mikið ógvusligari verða
tær.
 
Stúrir fyri tí ringasta
Eisini virkandi stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, ásannar, at fráboðanin frá fíggjarnevndini kemur óvæntað.
Hann viðgongur eisini, at hann er eitt sindur ørkymlaður.
Men hann sigur, at akkurát hvussu hetta skal skiljast, er eitt sindur ógreitt, og tí saknar hann, at fíggjarnevndin var eitt sindur greiðari í síni fráboðan.
Í hesum sambandi kann staðfestast, at einasta viðmerkingin, sum meirilutin í fíggjarnevndini, sum er samgongan, hevur til skerjingina upp á tríggjar milliínir, er, at ”meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin átti at minkað umsitingina”.
Tað einasta, minnilutin í fíggjarnevndini, sum er andstøðan, sigur, er, at mælt verður mælir til at gera ”siglinga við Strandfaraskipum Landsins ókeypis, og at  landsstýrismaðurin átti at minkað umsitingina av SL”
- Tað er heilt greitt, at skulu viðmerkingarnar og sparingin skiljast heilt bókstaviliga, sær ikki gott út, tí so er tað í sjálvari umsitingini, at vit skulu spara lønir.
Men hvørjar avleiðingar fær tað?
- Vit brúka í ár einar sjey milliónir til lønir í starvsfólk í umsitingini og skulu vit spara tríggjar milliónir, kann ein og hvør rokna út, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa.
- Verður hetta úrslitið, skulu vit taka eitt stig av álvarsligasta slagi.
- Men merkir hetta hinvegin, at vit skulu spara tríggjar milliónir í umsitingingarpartinum sum heild, er tað ein onnur søga. Tá verða avleiðingarnar ikki so álvarsligar, tí tá ber til at spara, tá ið vit keypa vørur og tænastur o.s.fr.
- Men tað skerst ikki burtur, at politikarar eru ikki altíð líka greiðir í sínum fráboðanum og tí fari eg at bíða næstu dagarnar fyri at vita akkurát, hvat hetta ber í sær, sigur Niels Juel Arge.


Hetta er eitt signal<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Jacob Vestergaard heldur ikki, at fráboðanin frá fíggjarnevndini um sparingar á Strandferðsluni, skulu takast so strangt, sum skrivað stendur. <o:p></o:p>


- Eg uppfati hetta meiri sum eitt politiskt signal enn sum eini kravboð um sparingar.<o:p></o:p>


Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um tað, at fíggjarnevndin nú ætlar at fáa Løgtingið at samtykkja, at seta umfatandi sparingar í verk í umsitingini hjá Strandferðsluni.  <o:p></o:p>


Hinvegin ásannar hann, at eftir tilmælinum frá fìggjarnevndini, skal umsitingin hjá Strandferðsluni spara tríggjar milliónir næsta ár, soleiðis, sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni.<o:p></o:p>


Hann ásannar eisini, at her er talan um ein stóran bita, sum skal sparast.<o:p></o:p>


Men hann tekur hetta meiri sum eitt signal, enn sum eini politisk krav um at spara tríggjar milliónir.<o:p></o:p>


- Eg skilji tað soleiðis, at fíggjarnevndin vil hava broytingar á Strandferðsluni.<o:p></o:p>


Samstundis vísir hann á, at eitt politiskt arbeiðið er sett í gongd fyri at kanna eftir, hvussu Strandferðslan skal skipast framyvir. <o:p></o:p>


- Verður úrslitið av tí arbeiðnum, at brúk er fyri meiri pengum, verða teir játtaðir. Eg havi politiskt forstáilsi fyri, at koma vit til eitt úrslit, sum krevur hægri játtan, verður hon fingin til vega, sigur Jacob Vestergaard.<o:p></o:p>


 
------
- Skal fráboðanin frá politikarunum takast heilt bókstaviliga, verður ikki nógv eftir av umsitingini hjá Strandferðsluni, tí to skal minst annaðhvørt fólk sendast til hús