Fyriskipararnir av ovastevnu eru stak ónøgdir við Strandferðsluna. Orsøkin er tann órímiliga høgi prísurin, sum Strandferðslan hevur sett fyriskiparunum fyri leigu av annaðhvørt Ternuni og Sam. Av tí at Ritan ikki loyvir bilflutning, er sera nógv baks av at flyta og landa alla fragtina, so sum ljós- og ljóðútgerð, ið kemur úr Havnini til oynna. Tí varð semja gjørd við Strandferðsluna um at leiga antin Ternuna ella Sam.
- Hetta kostar 2.500 kr. at leiga um tíman. Og tað er eisini í lagi, men nú vísir tað seg, at vit skulu leiga bátin allan vegin úr Klaksvík. Tað tekur 6 tímar og kostar sostatt 15.000 krónur. Tað hava vit ikki ráð til, sigur Jákup av Skarði, formaður í stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy.
Hetta fekk fyriskiparin úr Nólsoy at vita frá stjóranum í Strandferðsluni, Regini Vágadal, í telefonsamrøðu mánadagin.
Nólsoyingar skulu harumframt rinda 20.000 kr fyri at fáa Rituna og Silju Star at sigla eykatúrar til allar stevnugestirnar. Og sambært fyriskiparanum ætlar Strandferðslan enntá at hækka prísin á ferðaseðlum úr 40 krónum upp í 100 krónur.
- Tað tykist næstan sum leiðslan í Strandferðsluni ynskir at spenna bein fyri stevnuni, leggur Jákup av Skarði afturat.
Sosialurin ætlaði at fáa viðmerkingar frá Regini Vágadal, stjóra í Strandferðsluni, men hann var á fundi fram til døgurða, tá seinasta freist til blaðið var.










