Tað skal ikki verða dýrari at sigla við Strandferðsluni.
Tað er niðurstøðan eftir at Strandferðslan mánadagin hevði fund við landsstýrismannin í samferðslumálum, Johan Dahl, um fíggjarligu støðuna hjá Strandferðsluni í ár.
- Á fundinum við landsstýrismannin eru vit samd um, at fyribils skulu ongar sparingar setast í verk, sigur Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni.
Annars hevur landsstýrismaðurin váttað fyri Strandferðsluni, at hann virkar fyri at útvega Stovninum 2,3 milliónir, sum stovnurin fekk minni eftir ein roknifeil í fíggjarnevndini.
Men annars hevur Strandferðslan ikki fingið endurgjald fyri 1,9 millión, sum lønarhækkingar fara at kosta stovninum eyka í ár og harafturat skal stovnurin finna eina millión í øðrum sparingum.
Sostatt skulu útvegir finnast fyri sparingum upp á 2,9 milliónir.
Oljan bjargar roknistykkinum
Men her kann gongdin í oljuprísinum bjarga Strandferðsluni undan at gera ferðaseðlar og farm dýrari.
- Á fundinum við landsstýrismannin eru vit komin til ta niðurstøðu, at sum gongdin í oljuprísinum er í ár, vænta vit, at vit klára at halda játtanina, uttan at dýrka ferðaseðlar og farm, sigur Dánjal Andreasen.
- Sostatt verða ongar hækkingar settar í verk fyribils, sigur stjórin.
Men ein fortreyt er kortini, at Strandferðslan klárar at útvega sær fleiri inntøkur onkusvegna.
- Í hesum sambandi kann tað koma upp á tal at leiga høli á Smyrli meiri út, uttan at tað kortini gongur út yvir ferðafólkið og suðuroyarsiglingina annars.
Dánjal Andreasen leggur kortini dent á, at Strandferðslan fer at fylgja gjølliga við gongdini so at neyðug stig kunnu takast beinanvegin tey varnast, at metingarnar ikki halda.
- Hetta er fyri at sleppa undan ov ógvusligum inntrivum seinni í ár, sigur Dánjal Andreasen.
Annars er tað enn ov tíðliga at siga nakað, hvussu fleiri sparingar kunnu gerast, uttan at tað nervar ferðafólkið ella vinnulívið.
Men Dánjal Andreasen staðfestir kortini, at talan verður ikki um at seta ferðina á Smyrli niður fyri at spara olju.
- Tað hevur Strandferðslan longu gjørt og nú er hvør túrur settur til 1 tíma og 55 minuttir og í framtíðini skal siglingartíðin ikki verða longri enn tað.
Í vetur hevur Smyril avlýst rættiliga nógvar túrar. Leysasøgur eru farnar at ganga um, at Strandferðslan í stóran mun brúkar veðrið sum eina umbering fyri at avlýsa ferðir fyri at spara olju?
Hetta avsannar Dánjal Andreasen staðiliga.
- Tað er púra onki hesum. Smyril hevur ikki avlýst ein tann einasta túr fyri at spara olju. Orsøkin til at túrar ikki eru sigldir, hevur eina og aleina verið tann, at skiparin hevur mett, at tað ikki hevur verið siglandi.
Havnarlagið í Havn er ógvuliga trongligt og í summum førum hevur veðrið verið so ringt, at tað ikki hevur verið ráðiligt at siglt inn á Havnina og í øðrum førum hevur tað rætt og slætt ikki verið veður at siglt, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Fyrireikaðu seg til dýrari ferðaseðlar
Tað stendur á hjá Strandferðsluni at fáa játtanina at halda og tí hevur stovnurin fyrireikað seg til sparingar
Sum vit kundu greiða frá í Sosialinum fyrr í vikuni, hevur Strandferðslan ikki fingið
ta játtan á fíggjarlógini fyri 2009, sum ætlanin var.
Dánjal Andreasen, stjóri, sigur, at fyrst førdi ein roknifeilur í fíggjarnevndini førdi til, at Strandferðslan fekk 2,3 milliónir minni enn ætlanin var.
Men hann væntar, at tað verður rættað í eini eykajáttan.
Men annars kosta lønarhækkingar Strandferðsluna 1,9 millión í ár og tað hevur politiski myndugleikin ikki hevur lagt upp fyri í fíggjarlógini. Men harumframt skal stovnurin finna eina millión í øðrum sparingum.
Sostatt metti stjórin, at Strandferðslan í minsta lagi skal spara 2,9 milliónir.
- Skulu vit útvega okkum meirinntøkur upp á 2,9 milliónir, verður neyðugt at hækka ferðaseðlaprísin 10% í miðal.
Men ein annar máti er at hækka prísin á farmi 15% í miðal.
Ein triði møguleiki er sjálvandi ein samantvinning av hesum báðum møguleikunum.
Annars kundi talan verið um at lata Smyril sigla spakiligari fyri at spara olju, ella at hava færri túrar, men stjórin hevur skilt, at politiskur vilji er ikki til tað.
Men verður roknifeilurin í fíggjarnevndini upp á 2,3 milliónir ikki rættaður, er stovnurin í eini heilt nýggjari støðu.
Men sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, eru landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Strandferðslan samd um at síggja tíðina ann og ikki at seta nakrar sparingar í verk enn.