Strandferðslan skal útjavna prísirnar

Sambandsflokkurin mælir til, at prísurin fyri at ferðast við strandfaraskipunum verður tann sami á øllum sjóvegis farleiðum. 30 krónur fyri ferðafólk og 80 krónur fyri bilar

Sambandsflokkurin roynir nú at útjavna prísirnar við strandfaraskipunum, so tað kostar tað sama at ferðast við øllum skipunum hjá Strandferðsluni.

Flemming Mikkelsen skjýtur upp, at prísurin verður 30 krónur fyri ferðafólk og 80 krónur fyri bilar. Endamálið við uppskotinum er at gera tað bíligari hjá mykinesfólki og suðringum at ferðast. Sum er kostar tað 30 krónur at ferðast við øllum skipum hjá Strandferðsluni uttan við Smyrli og Súluni. Ein ferðaseðil við Smyrli kostar 80 krónur og við Súluni kostar hann 60 krónur. At fáa ein persónbil um Suðuroyarfjørð kostar 120 krónur, meðan tað kostar 80 krónur á hinum farleiðunum.


Kostar 4 milliónir

Tað fer at kosta Strandfaraskipum Landsins 4 milliónir krónur í mistari inntøku, um prísurin á øllum farleiðum verður tann sami, metir Flemming Mikkelsen. Hann roknar tó við, at fleiri fólk fara at ferðast, um prísirnir verða lækkaðir, og tá verður útreiðslan hjá Strandferðsluni og sostatt landskassanum minni. Sambandsflokkurin heldur, at talan verður um eina hart tiltrongda ábót fyri tey, sum ferðast um Suðuroyar- og Mykinesfjørð.

- Somuleiðis vil ein samtykt av hesum upppskoti geva til kennar ein vilja frá Løgtinginum at fremja ein politikk, sum styrkir um útjaðaran, sigur Flemming Mikkelsen í viðmerkingunum.

Sambandsflokkurin royndi seg í mars í fjør við hesum sama uppskotinum, men tá var ikki meiriluti fyri tí í Løgtinginum. 14 tingmenn atkvøddu tá fyri uppskotinum, meðan 17 vóru ímóti.


Einki kannað

Samgonguumboðini í vinnunevndini tóku sum heild undir við tankanum um sama prís á øllum farleiðum, men tey hildu, at spurningurin um brúkaragjøld innan alt tað almenna samferðslukervið átti at verið tikin upp til politiska viðgerð. Tí tóku tey ikki undir við uppskotinum. Umboðini hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum tóku undir við uppskotinum.

Nú eitt gott ár er farið, síðani upskotið seinast var í løgtinginum, er einki hent á hesum økinum, vísir Flemming Mikkelsen á. Hann sigur eisini, at Strandfaraskip Landsins heldur ikki hevur nakra ætlan um at útjavna prísirnar á sjóvegis farleiðunum. Tí roynir hann seg nú aftur við sama uppskoti.