Strandferðslan má fáa fimm nýggj skip

Tey kosta tað sama sum ein hvalbiartunnil ella eitt havrannsóknarskip, men tað loysir ongan trupulleikar at Strandferðslan fær eitt avloysaraskip

At lata Strandferðsluna fáa eitt avloysaraskip, loysir ongan trupulleika, tí hini skipini verða hvørki yngri ella betri av tí.

 

Tað sigur Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur og skipatekniskur ráðgevari hjá Knud E. Hansen í Danmark, sum er ráðgevari í sambandi við skipabygging. 

 

Knud E Hansen hevur sniðgivið nýggja Smyril og fyritøkan hevur eisini gjørt eina frágreiðing um skipini hjá Strandferðsluni, og hvørjum standi tey eru í.

 

Á fundi hendan dagin um støðuna hjá Strandferðsluni, varð eisini Thormund Johannesen biðin at geva sítt íkast og hann gjørdi beinanvegin greitt, at skipini hjá Strandferðsluni eru so gomul, at tey lúka ikki nútíðarkrøv. 

 

Onki av skipunum hjá Strandferðsluni eru yngri enn 10 ár, tvørtur ímóti eru fleiri av teimum 30-50 ára gomul og vórðu tey bygd í dag, høvdu tey ikki fingið siglingarloyvi, tí tey lúka ikki treytirnar.

 

Hóast hetta er støðan, verður lítið og einki tosað um at byggja nýggj skip til Strandferðsluna. Tvørtur ímóti verður at kalla bara tosað um at Strandferðslan skal fáa eitt avloysaraskip. Men tað er ein ætlan, Thormund Johannesen heldur lítið um. 

 

Tað loysir ikki trupulleikan hjá Strandferðsluni, tí hini skipini verða ikki yngri fyri tað. Samstundis er  tað alt annað enn lætt at fáa fatur á hóskandi skipi, sigur hann.

 

– Einasta loysn er at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni. Her hugsar hann serliga um Ternuna, Sam, Sildberan, Rituna, Sildberan, og eitt skip, sum skal sigla út í Hest.

 

Hann sigur, at skipini, rutan upp á Nólsoy og upp á Kalsoy líkjast rættiliga nógv, so talan kann vera um at byggja tvey systurskip til tær ruturnar. Talan skal vera um tvær bilaferjur. Men tað er eingin sum sigur, at tað er tørvur á at gera eina ferju við yvirdekki, tí talan kann væl vera um eina ferju við opnum dekki og sum taka einar 16 bilar, ella tveir bussar og seks bilar, umframt 100 til 150 ferðafólk.

 

Samstundis minna ruturnar til Svínoyar og Fugloyar, rutan til Skúvoyar og út í Hest, rættiliga nógv. So kann vera um at byggja trý systurskip til tær ruturnar, kanska skip, sum minna um Rituna. Talan skal vera um ferðafólkaskip sum tó kunnu taka einar tveir bilar. 

 

At byggja systurskip er lutfalsliga bíligari enn at byggja støk skip.

 

Hann sigur ikki, at øll trý skipini skulu byggjast ísenn, men endamálið eigur at vera um at leggja eina langtíðarætlan, kanska eina tíggjuáraætlan, har hesi skipini verða skift út. 

 

– Tilsamans kosta øll hesi fimm skipini ikki meiri enn nýggja havrannsóknarskipið, ella nýggi Hvalbiartunnilin, kostar, segði hann, fyri at lýsa, hvørjar upphæddir, tosað verður um.

 

Thormund Johannesen sigur, at tað fer so eisini at loysa tørvin á avloysaraskipum, tí so hvørt eitt skip verður bygt, fær Strandferðslan eitt avloysaraskip.

 

Hann nevnir eisini, at talan kann verða um skip, sum partvís hava elmotor afturat dieselmotori og soleiðis kann Strandferðslan ganga undan at vísa, hvussu skiparakstur kann verða grønari.

 

– Øll hesi skipini kunnu byggjast í Føroyum og sostatt kann politiski myndugleikin eisini brúka tey sum arbeiðsskapandi tiltøk tá ið tíðirnar venda aftur, segði Thormund Johannesen.

 

Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur lítlar vónir. Tað kanst tú lesa um eina løtu.